Stór stevna um missión

Í døgunum 8. til 10. september verður stevna um útimissión í leguhúsinum í Nesvík, har høvið verður at fáa meiri at vita um, hvat missión er og hvussu ein kristin er partur av hesum. Heimamissiónin skipar fyri.

 - Ætlanin við stevnuni er at kveikja áhuga og kalla til missión á øllum økjum í kirkjuligum samanhangi, siga fyrireikararnir.
Á stevnuni hetta vikuskiftið verður eisini kunnað um teir ymsu møguleikarnar og avleiðingarnar av at fylgja kallinum at fara út sum trúboðarar.
- Missiónsboðini umfata øll trúgvandi og tí vera tiltøk fyri allar aldursbólkar, ung sum gomul. Komið verður inn á viðurskifti frá veruleikanum, bæði áðrenn, meðan og eftir at trúboðarar hava verið úti í tænastu, sigur fyrireikingarnevndin til stevnuna.
Við á stevnuni verða nógvir núverandi og fyrrverandi trúboðarar, umframt onnur, ið hava styttri royndir innan missión og hava stuðlað undir virksemið ígjøgnum nógv ár.
Stevnan fer at hava nógv at bjóða uppá til allar aldursbólkar.
Har verður undirvísing, møti, áhugatímar, pallborðsorðaskifti, kunning missiónsskúlar og felagsskapir, workshops og leikir.
Fleiri framsýningar verða eisini, m.a. mentanarsýningar við mati, klæðum og ymsum frá gerandisdegnum í fremmandum londum og mangt annað.