Stór spurnarbók til fótbóltsfólkið

Tveir royndir danskir fótbóltstíðindamonnunum geva nú út eina spurnarbók um fótbólt

Útgáva

Í ár tykist talan ikki verða um nakra upplagda jólagávu til føroyska fótbóltsfólkið á bókahillunum. Fótbóltsbókin, sum í 13 ár á rað kom á marknaðin, er ikki longur partur av hesum, men um so er, at bøkur um fótbólt eru ein neyðturvuligur partur av pakkunum undir jólatrænum, so finast eisini donsk alternativ.
Eitt av hesum er stóra spurnarbókin um fótbólt, sum júst er komin á marknaðin. Tað eru teir báðir, Dan H. Sørensen (Hirsh) og Hans Krabbe, sum standa fyri útgávuni. Báðir hava teir í nógv ár verið partur av donskum fótbóltsjournalistikki á ávíkavst TV3 og DR, og teir hildu tað vera upplagt, at ein slík bók kom í sølubúðirnar.
- Okkum hevur altíð dámt væl at bjóða hvørjum øðrum av í dysti um fótbóltsvitan, og tað halda vit okkum ikki vera einsamallar um. Men vit saknaðu eina bók til endamálið, og tá eingin slík var, so gjørdu vit hana bara sjálvur, staðfestir Hans Krabbe.
Bókin, sum telur 208 blaðsíður, inniheldur hópin av spurningum. Hesir eru býttir upp soleiðis, at ymisk evni verða viðgjørd. Millum annað danskur HM- og EM-fótbóltur, eins og hópin av spurningum um danskan og annan útlendskan fótbólt er á skránni.
Torleikastøðið spennir eisini víða, og soleiðis fáa sjálvt teir mest garvaðu fótbóltsidiotarnir eisini roynt sína vitan, uttan at hesi á nakran hátt kunnu kenna seg vís í at kenna øll svørini í bókini.