”Stór skrímsl” góð ummæli í Danmark

Føroysk/íslendska/svenska myndabókin ”Stór skrímsl gráta ikki”, ið Rakel Helmsdal og onnur hava skrivað, fær góð ummæli í Danmark


Fyrsta útgávan hjá nýggja føroyska forlagnum, Torgard, fær góð ummæli í Politiken og fra Dansk BiblioteksCenter.

Talan er um myndabókina ”Stór skrímsl gráta ikki”, ið føroyska Rakel Helmsdal, svenski Kalle Güettler og íslendska Áslaug Jónsdóttir hava gjørt í felag. 



Sermerkt samarbeiði

Á Politiken lýsir barnabókaummælarin, Steffen Larsen, bókina sum eitt serstakliga væleydnað og sermerkt norðurlendskt samarbeiði. Serliga rósar hann myndunum hjá Áslaug Jónsdóttir.

”Myndaliga er bókin ein persónlig endurgeving av stóra tunga tristleikanum beint í reinum linjum, klárum litum og ljósum nætrum,” sigur Steffen Larsen í ummælinum.

Forlagið Torgard fegnast um ummælið, ikki bara tí tað er gott, men eisini tí bókin yvirhøvur verður ummæld í einum av stóru donskum dagbløðunum.

- Forløgini eru mong í tali og barnabókaútgávurnar í Danmark eru nógvar, og tað er verri enn so allar barnabøkur, ið verða ummældar ella umrøddar í teimum stóru bløðunum, verður sagt í viðmerkng frá forlagnum Torgard. 



Øðrvísi bók

Eisini frá Dansk Bibliotekscenter fær ”Stór skrímsl gráta ikki” góð orð við á vegnum. Millum annað sigur lektør, Torben Wilhelmsen soleiðis um bókina

”Tað finnast nógvar myndabøkur, sum snúgva seg um tað sama, sum hendan – at vera best í onkrum, øvundsjúku og at vísa kenslur. Tað sermerkta við hesi bókini er, at hon er óvanliga lættskilt fyri málbólkin, samstundis sum bókin skapar eina frástøðu til evnið við at lata persónarnar vera skrímsl”

Hesi sonevndu lektørummæli hava stóran týdning fyri søluna av eini bók. Tey verða nevniliga skrivað sum eitt slag av keypsvegleiðing, tá skúlar ella bókasøvn skulu gera av, um tey skulu keypa eina bók ella ikki.