Vinarbýarsamstarv
Millum mongu gestirnar á føroyska básinum í Aberdeen herfyri var eingin minni enn sjálvur borgarstjórin í Aberdeen, Lord Provost, John Reynolds. Hann er nýliga kosin borgarstjóri. Tá hann støkk inn á gólvið á føroyska básinum varð hann móttikin av starvsfelaganum úr Havn, Jan Christiansen. Teir báðir tosaðu m.a. um ta stóru skotsku vitjanina, sum verður í Føroyum í næstum.
Ætlanin er at skipa fyri stórari skotskari viku í Havn frá 30. september og so nakrar dagar fram. Vikan verður sett í SMS og verða so tiltøk ymsa staðni í býnum.
Fleiri skotskar fyritøkur við borgarstjóranum á odda koma tá til landið. Talan er bæði um eina handilsliga- og mentanarliga viku.
Gleðir seg
John Reynolds hevur altíð sæð fram til at vitja Føroyar. Hóast hann hevur havt samskifti við føroyingar síðani Smyril á sinni fór at sigla til Aberdeen, so hevur tað ikki eydnast hon at vitja hendavegin. Men nú verður tað so, og tað er ein sera spentur og bjartskygdur borgarstjóri, sum skjótt leggur sær leiðina út á flogvøllin og umborð á flogfarið hjá Atlantsflog. Hann er sera fegin um, at Atlantsflog røkir rutu millum Aberdeen og Føroyar og vónar, at týttleikin í framtíðini fer at verða uppaftur størri. Hann dylur tó ikki fyri, at hann eisini fegin sá, at sjóvegis samband var millum Føroyar og Aberdeen.
-Eg var so heppin at verða boðin til hugnaløtu umborð á Smyrli fyri meira enn 10 árum síðani, tá roynt varð at marknaðarføra táverandi rutuna. Tá hitti eg fleiri av teimum fólkunum, sum nú aftur eru her. Við hesum sipaði borgarstjórin m.a. til núverandi havnafútan í Havn. Teir báðir tóku lógvatak saman á føroyska básinum á oljumessuni og mintust gamlar dagar.
John Reynolds heldur fyri, at samstarvið millum vinarbýirnar báðar átti at verið ment og ætlar hann sær eisini at gera sítt til at røkka hesum máli.
Á oljumessuni í Aberdeen vitjaðu umboð fyri Tórshavnar Kommunu, Oljuvinnufelagið, Vinnuhúsið og Atlantsflog básin hjá Aberdeen býi, har tað varð røtt um komandi skotsku vikuna í Føroyum og annars um vinabýarsamstarvið sum heild.
-Mín kennskapur til Føroyar gongur 10 ár aftur. Tá eg saman við øðrum varð boðin umborð á Smyril, sum tá sigldi í rutu millum Aberdeen og Havnina. Tá royndi eg at sannføra býráðið her um at knýtta tættari sambond millum býirnar báðar. Og tíbetur hava vit fingið eitt tætt samstarv. Vit hava eisini søguliga so nógv í felag. Tí eiga vit at víðka samstarvið sigur borgarstjórin, sum eisini sær fyri sær økta ferðavinnu í báðum londum.
-Hyggja vit at ferðavinnuni, so kann betraða sambandið millum Aberdeen og Føroyar menna ferðavinnuna, soleiðis at fleiri skotar koma til Føroya og fleiri føroyingar til Skotlands. Hann heldur eisini, at vit skulu menna samvinnuna á ítróttar- og mentanarøkinum sum heild. Hvat fiskivinnuni viðvíkur, so hava føroyingar og serliga aberdeenbúgvar havt tætt samstarv. ?Eg síggi fram til eina spennandi og avbjóðandi framtíð, har Tórshavnn og Aberdeen fara at arbeiða meira saman.
Sjálvur sær John Reynolds fram til sína fyrstu vitjan í Føroyum. ?I am in love with the Faroes sigur hann avgjørdur og vísir til tær sera vøkru náttúrumyndirnar hann hevur sæð úr Føroyum.
Olja og tol
Hann fylgir eisini royndum føroyinga at gerast oljutjóð og sigur, at føroyingar mugu hava tol. Hetta er at líkna við ?a waiting game?, sum hann málber seg. Tøknin menninst, og hon fer at gera møguleikarnar betri fyri at finna oljuna úti á Atlanstmótinum. Borgarstjórin í Aberdeen hevur eisini tey ráð at geva føroyingum, og tað er ikki uttan víðari at leypa á leistum fyri teimum risastóru oljufeløgunum, um tey royna at víssa vøddarnar. Tað ræður eisini um at finna seg sjálvan og varðveita egin virði í øllum hesum nýggja.
Tað eru nú eini 30 ár síðani, at oljavinnan tók seg upp í Skotlandi. John Reynolds ber ikki ótta fyri, at oljuævintýrið skal vera av í næstu framtíð. ?Oljan í Norðsjónum fer at vara í meira enn 50 ár aftrat vísa tølini. Um hugt verður 30 ár aftur í tíðina, so varð tað mett, at oljan í mesta lagi fór at vara í 30 til 40 ár. Nýggja tøknin hevur gjørt, at vit nú kunnu tosa um 80 til 100 ár.
Startskotið
Jan Christiansen, borgarstjóri var við til oljumessuna í Aberdeen og høvdu hann og umboð fyri Tórshavnar Kommunu fund við borgarstjóran í Aberdeen og hansara fólk eitt nú um framtíðar samvinnu og skotsku dagarnar komandi.
Jan minnist løtuna fyri 10 árum síðani, tá hann sjálvur umboðandi Havnanevndina saman við Lisbeth Petersen, borgarstjóra tóku stig til at fáa eina fund við býráðið umborð á Smyrli í Aberdeen. Tað var startskotið til tað samstarv, sum tók seg upp millum býirnar. ?Tað er hugaligt at vita sær, at núverandi borgarstjórin var við umborð sum vanligur býráðslimur tá, og at tann hendingin skal hava givið honum og øðrum so nógvan íblástur til at menna samvinnuna sigur Jan Christiansen, sum samtíðis ynskir skotum vælkomnum til Føroya í næstum.










