Stór skomm fyri Føroyar

- Lat nú tey samkyndu fáa frið at verða nevnd í grein 266-b í revsilógini.
Tað er ynskið hjá Albert O.S. Johannessen, sum er formaður í føroyska felagnum fyri sam- og tvíkynd, Friðarboganum.
Hann hevur onki ímóti at brekað eisini fáa innivist í 266-b, men hann mælir staðiliga frá at tey samkyndu verða tikin burtur úr.
Hann ivast ikki í, at kemur lógin fyri Løgtingið aftur, fer ein roynd at verða gjørd at fáa tey samkyndu strikað úr 266-b.
Men hann vónar, at Løgtingið er so mikið at sær komið, at tað ikki bakkar aftur.
Hann ivast heldur ikki í, at skuldi tað hent, at samkynd verða strikað í lógini, hevði tað verðið ein so stór skomm fyri Føroyar, at tað hevði fingið rúmd í altjóða fjølmiðlunum.
- So hevði løgtingið vanvirt seg sjálvt, heldur hann.
Hann stúrir annars ikki fyri, at orðavalið ímóti samkyndum fer at vera líka hvast aftur, sum tað var í samband við at 266-b varð broytt upp undir ársenda í 2006.
- Nú er lógin broytt, so at hon eisini umfatar samkynd. Sostatt forðar lógin fyri, at samkynd verða niðurgjørd á sama hátt, sum vit upplivdu tá, tí nú er slíkur málburður nú beinleiðis revsiverdur, sigur hann.
266-b aftur á breddan

Í kjalarvørrinum á Facebook-álopinum frá sonevnda Hans Davidsen á brekað, segði Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, við Rás2, at kanska er stundin komin til at broyta grein 266-b í revsilógini so at hon eisini umfatar fólk við breki.
Hon tekur málið í ramasta álvara, og staðfestir, at landsstýrið nú fer at taka málið upp.
Í hesum sambandi skal ein bólkur av serfrøðingum setast í heyst at geva landsstýrinum tilmæli um etiska partin av revsilógini, sum hon málbar seg.
266-b

Hetta er nógv umstrídda grein 266-b í revsilógini. Tað, sum hendi í jólamánaðinum í 2006, var, at ”eller seksuelle orientering” varð knýtt upp í lógargreinina, sum nú er soljóðandi:

Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år.
Les eisini aðrar greinar í blaðnum í dag um sama evni