Stór skip koyra væl í kassan

Í 2011 hevði Fuglafjarðar havn tilsamans 783 vitjanir móti 766 vitjanum í 2012. Hinvegin vaks samlaða bruttotonsatalið rættiliga nógv í fjør. Í 2012 vóru 259 útlendsk skip á Fuglafirði - og í 2011 var talið av útlendskum skipum 211.

- Í løtuni fer fyrsta umskipingin, sum verið hevur á Fuglafirði í ár, fram við bryggjukantin. Her liggja tveir russiskir trolarar og eitt frystifarmaskip. Tað fer at taka einar tríggjar ella fýra dagar at tøma trolararnar.

Tað segði Rólant Højsted, havnarmeistari, tá Portalurin vitjaði í síðstu viku.

Hann leggur aftrat, at ofta verður skipað soleiðis fyri, at tveir trolarar koma inn í senn, og síðan verður uppskipað úr báðum skipunum samstundis.

- Stóru skipini eru ein góð inntøkukelda hjá Fuglafjarðar havn. Hesi trý skipini gjalda út við 30.000 krónur í havna-og brúgvagjaldi tað fyrsta samdøgnið, og síðan gjalda tey út við 15.000 krónur um samdøgnið í brúgvagjaldi. Havnagjaldið verður bara rindað einaferð og ikki fyri hvønn dag, sum skipini liggja í havn, sigur hann.

Havnarmeistarin vísir á, at tað er einki stríð av russisku skipunum, sum soleiðis koma at avskipa sína veiði.

- Vit binda skipini, tá tey koma og loysa tey aftur, tá tey fara, og felags fyri russisku reiðaríini er, at tey gjalda sínar rokningar uttan hóvasták, sigur hann.

Rólant Højsted vísir á, at russisk skip gjøgnum árini hava lagt stórar inntøkur eftir seg í føroyska samfelagnum.

- Nógv russisk skip bunkra eisini tungolju her í Fuglafirði, og tí er tað rættiliga nógvur peningur, sum liggur eftir, leggur havnarmeistarin aftrat.

Inntøkurnar hjá Fuglafjarðar havn liggja um einar 15 miljónir krónur um árið.