Í kvøld klokkan 20 byrjar stór sangløta í tjaldinum á Toftum, sum er sett upp, nú bátafestivalur verður í morgin. Sangløtan er partur av skránni fyri várdagar, sum hesa vikuna eru í Nes kommunu.
Tað eru blákrossfeløgini á Toftum og Rituvík, sum skipa fyri í kvøld, og sagt verður haðani, at øll eru hjartaliga vælkomin.
Tað verður ELISHA og Barnakórið, sum leggja fyri klokkan 20, og síðan fer Eyðun Jacobsen á pall klokkan 21.
Andakt verður í løtuni frá klokkan 21.15 til 21.40, og síðan fara The Gadders á pall klokkan 21.45, og Ásbjørn Berthelsen Band klokkan 22.15.
Í løtuni frá klokkan 22.45 til 23.25 verður borðrreitt við ókeypis suppu, og klokkan 23.30 verður tað, tey rópa Ungdómsbrak.