Bygging
Mánadagin varð stóri goymslu-og avgreiðslubygningurin, sum P/F Heri Thomsen byggir í Søldarfirði, reistur.
Tórhallur Thomsen sigur, at bygningurin er 63 metrar langur og 25 metrar breiður, og hetta gevur eina gólvvídd, sum er 1630 fermetrar tilsamans.
Hann sigur, at talan er um ein goymslu-og avgreiðslubygning burtur av, og tí fer at kalla øll gólvvíddin til hesi endamál.
- Í bygninginum, sum ætlandi stendur liðugur at taka í nýtslu, 1. oktober, verður saltgoymsla øðrumegin og fóðurgoymsla hinumegin. Ein skilaveggur deilir bygningin í tveir partar.
Goyma og avgreiða
P/F Heri Thomsen hevur goymsluna, avgreiðsluna og flutningin av Evos-alifóðuri um hendi, eins og felagið eisini hevur um hendi goymslu og flutning av salti, sum íslendska felagið, Saltkeyp, hevur í Føroyum.
- Vit umboða ikki fóður og salt í Føroyum, men syrgja fyri goymslu, avgreiðslu og flutningi fyri tey feløg, sum umboða hesi.
Tórhallur sigur, at sum er, hevur P/F Heri Thomsen goymsluna av fóðuri í einum bygningi, sum Bakkafrost eigur á Glyvrum, meðan saltgoymslan er í niðastu hædd í gamla Turkihúsinum á Skála.
- Við nýggja bygninginum í Søldarfirði vilja vit savna alt á einum staði, soleiðis at umstøðurnar verða betur og arbeiðsligari. Á henda hátt vænta vit eisini at kunna veita eina betri tænastu til feløgini, vit samstarva við og teirra viðskiftafólk.
Hann sigur, at P/F Heri Thomsen flytir Evos-fóðurið úr Noregi við skipunum, sum eita Skurin og Sirius, meðan saltið kemur við bulk-skipi úr Spaniu.
- Saltið kemur leyst, og tað verður eisini goymt í leysum inni í bygninginum. Hinvegin kemur fóðurið í stórum sekkjum ? ella í smærri sekkjum á plattum.
Umframt at goyma og avgreiða fyri Evos og Saltkeyp, sigur Tórhallur, at bygningurin í Søldarfirði eisini verður karmur um kraftfóðurgoymslu hjá MBM.
- Á henda hátt kunnu viðskiftafólk hjá MBM, sum áður keyptu kraftfóður í Kollafirði, nú keypa hesar vørur í Søldarfirði, tá ið avgreiðslan letur upp seinni í heyst.
Tvey fólk
Tórhallur sigur, at tvey fólk burtur av fara at starvast í avgreiðsluni í Søldarfirði, men tá ið lossað verður, verða einir fimm mans í sjálvari lossingini.
- Tað verða fólk hjá okkum, sum koma at taka sær av avgreiðslu, lossing og flutningi. Við at savna alt hetta virksemi undir einum taki, meta vit, at hetta arbeiði verður gjørt so effektivt sum tilber, sigur Tórhallur Thomsen.
Í stóra goymslubygninginum í Søldarfirði verður avgreiðsluskrivstova, kaffistova og wc?ir, men annars verður allur bygningurin brúktur til goymslubygning.
Spurdur, hvussu stór íløgan er, sigur hann, at talan er um einar 4 miljónir krónur.
- Vit hava rættiliga spískað okkum blíantin fyri at fáa hendan bygningin upp at standa so bíliga og skilagott sum gjørligt, sigur Tórhallur Thomsen.