Stór síl

Tíðin, tá gingið verður við tráðu kring føroysku vøtnini, er við at vera av í ár. Tó eru menn enn at síggja við Leynavatn og í Saksun

Sílafisking

Miðvági:Sílatíðin í ár er av. Fyrsta september var ikki longur loyvt at fiska í áum og vøtnum, uttan á Leynavatni og í Saksun, sum hava seravtalur.
Nógvar eru kendu søgurnar um stuttleikafiskararnar, sum altíð missa teir stóru fiskarnar. Ofta eru teir øgiligir, alt eftir, hvussu ofta søgan verður søgd.
Men so eru eisini teir, sum veruliga fáa stórar fiskar. Eisini á støðum, har ikki er so vanligt við stødd, men heldur tali.
Eitt slíkt vatn er Leitisvatn ella Sørvágsvatn, alt eftir, hvørju megin ein stendur. Har eru sílini mong. Øgiliga nógv í tali, heldur onkur, og av tí sama er støddin einki at reypa av soleiðis.
Tó hendir seg, at okkurt stórt síl er ímillum, og viðhvørt kunnu tey gerast mestsum yvirvaksin. Ivaleyst eru tað slík, sum »fakmenninir« nevna kannibalar. Tey sum leggja seg eftir at eta onnur síl.
Eitt slíkt síl fekk Andrias Johannesen í Miðvági nakað herfyri, tá hann var við tráðu á Leitisvatni. Sílið, hann fekk, var heilar 60 centimetrar langt og vigaði 200 gram yvir seks pund.
Nú eru Vágar rímiliga væl fyri, tá hugsað verður um vøtn til sílafisking. Fjallavatn er eisini har, umframt onnur smærri vøtn. Eitt teirra er Hvilvtkinnavatn, sum mangan verður sagt at hýsa nøkrum av størstu sílunum í landinum, hóast tey aftur fyri eru fá í tali.
Men eisini har var Andrias Johannesen heppin. Har fekk hann eitt síl, sum var 57 centimetrar til longdar og vigaði hálvtfjórða pund.