Teir flestu fiski og umhvørvismálaráðharrar í londunum kring Norðuratlantshav hittast í Føroyum í summar á eini ráðstevnu, har tosað verður um havumhvørvi og fiskivinnu.
Føroyar koma rættuliga undir luppin sum ein framkomin fiskivinnutjóð, tá vitjandi úr øllum londum kring Norðuratlantshav hittast á eini ráðstevnu í Norðurlandahúsinum.
-Talan verður um eitt politiskt forum og fremstu gestirnir verða sjálvsagt ministarrnir úr teimum ymisku londunum. Men tað hevur eisini stóran týdning, at umboð koma fyri teir ymisku landslutirnar, har hav og fiskivinna hevur alstóran týdning. Eitt nú er kanadiski fiskimálaráðharrin boðin umframt ráðharran, sum umsitir fiskivinnu í New Foundlandi. Fiskimálaráðharrin í Skotlandi er boðin, umfram umboð úr Hetlandi og Orkney, sigur Kate Sanderson, samskipari.
Umboð fyri millumlandafelagsskapirnar, eitt nú NAFO og ICES vera við á fundinum
Talan verður um eina ráðstevnu, sum skal tosa um umhvørvið og burðadygga fiskiveiðu sum eina heild. Ráðstevnar skal ikki føra til ein sáttmála, men ein yvirlýsing verður gjørd og eisini skal takast støða til, um skipast skal fyri slíkum tiltaki í framtíðini.'
-Síðan miðskeiðis í áttati árunum hava londini kring Norðsjógvin skipað fyri ráðstevnu um umhvørvi og fiskiskapin í Norðsjónum. Stig varð tikið til hetta tiltak, tí Norðsjógvurin var so illa dálkaður. Vit rokna ikki Norðuratlantshavið sum so at verða illa fyri reint umhvørvisliga, men tað hevur týdning at koma saman og tosa um hvussu vit fara best við umhvørvinum soleiðis, at vit fara best um, sigur Kate Andersen.
Norðurlandaráðið stendur aftanfyri tiltakið og Føroya Landsstýrið verður vertur. Tað verður Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum fer at seta fundin og Høgni Hoydal verður orðstýrari. Høgni er landstýrismaður í samstarvmálum og er landsstýrisins rødd í Norðurlendska samstarvinum. Eisini fara Eyðun Eltør, oljumálaráðharri og Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri at luttaka.
Í hesum døgum stríðist Kate Sanderson við at hýsa teimum gott 40 gestunum, sum koma á ráðstevnuna og hon sigur, at hon gott kundi brúkt eitt hotel aftur at í Havnini.
Tað verður tosað um fisk í havnagøtum í summar, tá kanadiski fiskimálaráðharrin, Herb Dalival, new fouundlendski fiskimálaráðharrin Roger Grimes, íslendski fiskimálaráðharrin Árni Matthisen. norski fiskimálaráðharrin Otto Gregersen, skotski fiskimálaráðharrin Rhona Brankin, formaðurin fyri fiskivinnunevndina hjá ES kommisiónini, Steffen Smith, íslendski búskaparprofessarin Ragnar Ottarson og aðrir seta stevnu í Føroyum 21-22 juni.