Í ár luttekur Wales í sínum fyrsta EM-endaspæli nakrantíð. Liðið var í bólki B við Onglandi, Russlandi og Slovakia. Heldur óvæntað eydnaðist tað walisum at vinna bólkin - úrtøkan eftir teir tríggjar bólkaspælsdystirnar var seks stig.
Wales vann eisini 1-0 ímóti Norðurírlandi í áttandapartsfinaluni og er nú í fjórðingsfinaluni. Hetta er nakað, sum walisiski sjónvarpsfrásøgumaðurin, Dean Saunders, yvirhøvur ikki hevði væntað.
Fyri tveimum vikum síðani parkeraði hann bil sín í stuttíðarparkeringini við flogvøllin í Birmingham. Hann væntaði, at hann fór at koma skjótt heimaftur, men Saunders og landsmenninir eru framvegis í Fraklandi og luttaka í endaspælinum. Tískil veksur parkeringsbót hansara í hvørjum.
- Eg tók eitt lítið kuffert við mær, sum eg kundi fáa við í flogfarið. Nú havi eg ongin klæðir eftir, og eg standi til at fáa eina rokning upp á minst £1000, tá ið eg fari aftur til Birmingham, sigur Dean Saunders við Daily Post.
Dean Saunders kann tó ugga seg við, at fólkið í Wales er til reiðar at hjálpa honum. Ein peningainnsavning er gjørd á alnótini til fræma fyri parkeringsbótina hjá Saunders. Tey, ið skipa fyri innsavningini, vóna, at innsavningarupphæddin kemur upp á £1200.
Higartil eru 29 pund innsavnað fyri parkeringsbótina hjá Dean Saunders. Tað ber til at luttaka í innsavningini ella bara fylgja við í gongdini við at trýsta HER.