Guernsey: Mentamálaráðið hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal gera eitt álit um ítróttina í Føroyum. Hetta álitið skal vera klárt í februar 2004.
Mett verður, at ítróttin í Føroyum er so umfatandi og spennir seg so breitt, at tað er brúk fyri, at hon fær eitt serskilt álit.
Í arbeiðsbólkinum sita Katrin Joensen, forkvinna í Svimjisambandi Føroya, Sølvi R. Hansen, ítróttarráðgevi og formaður í sersambandi fyri frælsan ítrótt og Johan Petur Hentze frá Mentamálaráðnum.
? Eg fekk áheitina og arbeiðssetningin sendan næstan beint áðrenn vit fóru avstað. Tað er ein stór uppgáva, har útgangsstøðið verður tikið í verandi støðu, sum ítróttin er í í Føroyum, og eisini hvat vit vilja við ítróttini í framtíðini, sigur Katrin Joensen, sum er við í arbeiðsbólkinum.
? Hetta er spennandi, og tað er nógv at taka hond í og seta seg í, tí ítróttarøkið í Føroyum spennir so vítt. Tað verður spennandi at vita, hvat vit koma til, tí hetta er fyrsta ferðin, at ítróttin fær eitt serskilt álit.
Arbeiðsbólkurin hevur havt sín fyrsta fund her niðri á Guernsey, har tey hava tikið arbeiðssetningin ígjgønum og okkurt afturat.
? Tað fer at krevja nógv, og taka nakað av tíð. Eg havi sjálv ongantíð verið við í einum slíkum arbeiðsbólki fyrr, men frá ítróttini í Føroyum hevur tað verið eitt ynski, at vit fáa eina politiska útmelding. Sjálvandi er tað upp til landsstýrismannin, hvat hann ger aftaná álitið er liðugt, men vit ganga út frá, at politikkarnir koma við afturmeldingum, sigur Katrin Joensen.