Stór og øðrvísi familjukonsert

Leygardagin 4. og sunnudagin 5. desember, skipar Føroya Symfoniorkestur fyri forvitnisligum og øðrvísi familjutiltaki. Talan er um konsertir serliga ætlaðar børnum og ungum. Tiltakið verður hildið bæði í Havn og í Runavík

Talan er ikki um nakra vanliga konsert hjá Symfoniorkestrinum, men eina barna-, ungdóms- og familjukonsert. At tiltakið serliga er ætlað børninum og teimum ungu, sæst eisini aftur í skránni.

Skráin
Tónleikurin verður ikki vanligi symfoniskur tónleikur, men fjølbroyttur, lættur og undirhaldandi við joladámi.
Eisini ein søga verður at hoyra, tá ævintýrsøgan og tónleikaverkið »Kavamaðurin« verður framførd. Tónleikurin verður berandi parturin av søguni, og orkestrið er mannað av ungdómum úr ymsikum pørtum av landinum. Frásøgumaður verður Eyðun Johannessen og 13 ára gamla Konni Kass Jacobsen, sum vann kappingina um ársins songrødd 2003, fer at syngja solopartin í frásøguni um »Kavamannin«, við hjálp frá stóra orkestrinum.
Eisini verður eitt barnakór við 150 børnum úr Fuglafirði, Leirvík, Toftum of Tórshavn, sum fara at syngja.
Ungi Heini Andreasen fer at spæla »A Trumpeter's Lulaby«.
Eisini verður eitt lagatyssi við kendum jólaløgum at hoyra.
Frá Symfoniorkestrinum frætta vit, at kendi »Sleigh Ride« eftir Lee Roy Anderson eisini verður á skránni.
Ætlanin er eisini at hava onkran felagssang.
Dirigetur verður Bernhard Wilkinson.

Atgongumerki
Lagt er upp til eina sera forvitnisliga og áhugavekjandi konsert, sum fólk vónandi fara at taka undir við. Hetta er fyrstu ferð, at ein tílík konsert verður hildin, ið serliga er ætlað børnum og ungum.
Kostnaðurin verður 75 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn.
Atgongumerki til konsertina í Havn, sum verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 04. desember kl 16, eru at fáa í Norðurlandahúsinum og Kunningarstovuni í Tórshavn.
Atgongumerki til konsertina í Runavík, sum verður í ítróttarhøllini í Runavík sunnudagin 05. desember kl 16, fáast í Kunningarstovuni í Runavík og við dyrnar undan konsertini.