Stór ónøgd við Johan Dahl

Stýrislimir í Als eru ógvuliga misnøgdir við at Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú vil hava Løgtingið at samtykkja at hann góðkenna samsýningarnar hjá stýrislimunum í ALS, áðrenn tær kunnu verða settar í gildi, og somuleiðis skal hann eisini góðkenna lønina og setanartreytirnar hjá stjóranum.

Hetta er eitt uppskot, hann hevur lagt fyri Løgtingið í kjalarvørrinum á illa umstríddu fráfaringaravtaluna við fyrrverandi stjóran, Ernst Jacobsen.

Hann sendi uppskotið til hoyringar hjá stýrinum, men stýrið svarar, at skotbráið var so stutt, at stýrið fekk ikki viðgjørt tað.

Hinvegin hava stýrislimir gjørt vart við seg av sínum eintingum.

Vár í Gong, sum umboðar tey alment settu starvsfólkini, skilir ikki, at ónøgd við eitt fráfarandi stýrið, skal føra til, at øll komandi stýri skulu forðast í at gera lønaravtalur.

- Er tað so, at landsstýrismaðurin hevur mist álitið at stýrið, eigur hann at siga tað, men slík mannagongd kann forða fyri samstarvi millum stýrið og landsstýrismannin, heldur hon.

Marita Rasmussen, sum umboðar arbeiðsgevararnar sigur, at hetta tekur hon als ikki undir við.

- Politiski myndugleikin hevur altíð havt fulla virðing fyri, at ALS er ein skipan sum partarnar á arbeiðsmarknaðinum hava ábyrgdina á, og at stýrið hevur alla ábyrgdina av skipanini.

- Men hetta er tekin um tað øvugta.

ALS altíð sett stjórar við starvstreytum, sum eru fyri stjórar hjá tí almenna, tí ongir privatir sáttmálar eru at halda seg til.

- Men ALS er ein privat skipan og starvsfólkini á stovnunum eru sett eftir sáttmálunum á privata arbeiðamarknaðinum.

Tað, sum nú hendir fer at bera í sær, at nú vera setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum hjá ALS flutt yvir á almennu sáttmálarnar.

Hon sigur, at hetta fer uttan iva hava øktar útreiðslur við sær fyri ALS. Privatu sáttmálarnar eru minstulønir, men almennu sáttmálarnar áseta eina fasta løn.

Minstulønarssáttmálar geva spælirúm hjá arbeiðsgevara at leggja lønirnar hægri enn tað sum lønartalvan sigur, samstundis, sum teir eisini eru so smidligir, at lønin kann broytast, um fíggjarligt trýst er á skipanina.

Tað gera almennu sáttmálarnar ikki.

- Hvat viðvíkur samsýningini til stýrið haldi eg, at hon er á góðari leið og ikki nøkur okurs samsýning, sum eisini dømi eru um í øðrum almennum nevndum, ráðum og stýrum, sigur Marita Petersen.

Ingeborg Vinther, sum umboðar løntakararnar á privata arbeiðsmarknaðinum, sigur, at verður hetta samtykt, hevur Johan Dahl tikið stýrið av ræði.

- Og hvat skal eitt stýri fyri ALS sita til, um alt ræðið fyri ALS skipina skal verða í Vinnumálaráðnum.

- So haldi eg at Landsstýrismaðurin og Vinnumálaráðið bara skulu yvirtaka ALS, tí hvør hevur áhuga í at sita í stýrinum til pynt iog verða fjarðstýrd úr Vinnumálaráðnum.

Viberg Sørensen, sum umboðar reiðararnar tekur heldur ikki undir við uppskotinum.

Einastu, sum taka undir við Johan Dahl, er Eyðstein Djurhuus, sum umboðar sjómannafeløgini og Snorri Fjalsbak, sum umboðar almennu arbeiðsgevararnar.