Fleiri túsund námsarbeiðsmenn og teirra avvarandi skipaðu í dag fyri einum mótmæliatiltaki, har tey mótmæltu, at løgreglan skeyt 34 námsarbeiðsmenn hósdagin.
Námsarbeiðsmenninir søgdu, at teir fara at halda fram við stríðnum fyri betri korum, men tað var týðiligt, at hendingin hósdagin hevur fingið øði í fólk. Millum teirra, sum mótmæltu í gjár, vóru einkjurnar hjá nøkrum av námsarbeiðmonnunum, sum løgreglan skeyt.
Suðurafrikanski forsetin, Jacob Zuma, hevur givið boð um, at hendingin hósdagin og serliga framferðin hjá løgregluni skal kannast út í æsir. Fleiri eygleiðarar siga, at tann harðrenda framferðin hjá løgregluni fær nógvar suðurafrikanar at minnast apartheid-tíðina og framferðina hjá løgregluni tá.