Stórálopið á Taliban byrjað

Meiri enn 15.000 amerikanskir, bretskir og afghanskir hermenn fóru í nátt undir eitt stórálop á Taliban-støðir í afghanska landspartinum Helmand. BBC sigur, at teir fyrstu skotbardagarnir hava verið í morgun við býin Marjah, sum er høvuðsborg hjá Taliban í Helmand.

NATO-keldur siga, at umleið 1.000 talibanar eru í býnum, og at teir verja seg aftan fyri eina minubyrging.

Álkopið í nátt er tað størsta síðani innrásina í Afghanistan í 2001. Fleiri túsund sivilfólk eru rýmd úr økinum.