Stórt løgreglulið er í dag í økinum kring psykiatriska depilin við Sjúkrahúsið í Slagelse, eftir at ein innlagdur persónur í dag flýddi.
Tann innlagdi slapp av sjúkrahúsinum við hjálp frá vápnaðum monnum, sum fríaðu hann.
Tað skriva Sydsjællands og Lolland-Falsters Politi í fráboðan til fjølmiðlarnar.
##med2##
– Í dag klokkan 16:52 var ein vápnað frælsinsatsókn á eini psykiatriskari deild í Slagelse. Í hesum sambandi lótu gerningsmenninir skot av. Eingin hevur tó finigið skaða.
Tann innlagdi og menninir, sum fríaðu hann, ganga enn leysir.
Sambært upplýsingum hjá Ekstarblaðnum er talan um ein leiðandi persón í bandanum NNV, sum er flýddur av psykiatriska deplinum.
Hesar upplýsingar hevur løgreglan ikki váttað.
Psykiatriin á Slagelse Sygehus hevur millum annað fleiri psykiatriskar deildir fyri vaksin, rættarpsykiatri og trydardeild.
Trygdardeildin er deild fyri tey, sum krevja tyngstu viðgerðina fyri sálarsjúk í Danmark – eitt nú persónar, sum eru dømdir í vðgerð í sambandi við revsimál.
/ritzau/