Stór íløga til Grønlands

Námsfelagið Greenland Mineral and Energy hevur boðað frá, at tað ætlar sær at gera íløgur fyri 12,5 milliardir krónur í eitt nýtt nám. Men felagið hevur sett sum treyt, at grønlendska landsstýrið skal góðkenna, at felagið millum annað kann vinna evnið uran úr tí nýggja náminum.

Men tann treytin fellur ikki í góða jørð hjuá landsstýrismanninum í vinnumálum, Ove Karl Berthelsen.

Hann heldur, at almenningurin skal hava høvi til at siga sína hugsan um kravið frá námsfelagnum, áðrenn politikararnir taka støðu til, um verkætlanin og tær 12,5 milliardir krónurnar hava áhuga.