? Hetta løgtingslógaruppskotið tryggjar, at avvarðandi landsstýrismaður hvørki tilvitað ella av ósketni setir sítt egna fólk í viðkomandi nevndir. Og tað tryggjar stóra fakliga breidd.
? Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya eru miðlar hjá øllum landsins borgarum. Tí verða eisini stór krøv um óheftni og fjølbroytni sett kringvørpunum og teirra nevndum. Tann fakliga breiddin verður tryggjað við tilmælum frá teimum 9 í lógaruppskotinum nevndu stovnum og feløgum. Programmnevndirnar skulu vera politiskt óheftar. Tað má als ikki vera illgruni um politiska slagsíðu, tí so fer trúvirðið, sigur Dan R. Petersen m.a. í viðmerkingunum til uppskotið.
Átjan tilmæla
Í broytta lógartekstinum verður m.a. sagt, at landsstýrismaðurin í loftmiðlamálum setir eina 9 manna nevnd at ráðgeva Útvarpi Føroya og Sjónvarp Føroya viðvíkjandi programmvirkseminum. Niðanfyri nevndu stovnar tilmæla sum nevndarlimir ein mann og eina kvinnu, harav landsstýrismaðurin tilnevnir annan sum lim: Fróðskaparsetur Føroya, Kristiligt hyggjara- og lurtarafelag, Føroya Ungdómsráð, 7 mannabólkurin av yrkisfeløgum (Føroya Arbeiðarafelag, Starvsmannafelagið, Sjúkrasystrafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Handverkarafeløgini í Føroyum og Fiskimannafelagið), Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Blaðmannafelag, Føroya Musikkskúli, Rithøvundafelag Føroya, og ÍSF.
Teir átjan tinglimirnir, sum tilmæla uppskotinum eru Katrin Dahl Jakobsen, Heðin Mortensen, Sámal Petur í Grund, Hans Pauli Strøm, Marjus Dam, Alfred Olsen, Kristian Magnussen, Jenis av Rana, Jákup Sverri Kass, Henrik Old, Jóanis Nielsen, Jógvan á Lakjuni, Bjarni Djurholm, Ingi Olsen, Rúna Sivertsen, Lisbeth L.Petersen, Flemming Mikkelsen og Jógvan við Keldu.