Tað er nógv, sum talar fyri, at Manuel Pellegrini, sum higartil hevur vant spanska felagið, Malaga verður tann komandi venjarin hjá Premier League felagnum, Manchester City, sum fyri stuttum mátti síggja lokala arvafíggindan, Manchester United fara avstað við meistaraskapinum.
Óannsæð hvør tann komandi venjarin hjá Manchester City verður, so verða krøvini risastór til tann komandi venjaran. Krøvini minna um krøvini hjá tí brasilska landsliðsvenjaranum; Manchester City skal bæði spæla undirhaldandi og framsóknan fótbólt, og vinna alt, sum vinnast kann.
À heimasíðuni hjá Manchester City greiðir formaðurin í stýrinum hjá Manchester City frá, at felagið er gjørt til at vinna kappingar. - Tað er tað eigarin hevur sett sær fyri at gera. Tað er tað, sum venjarin og spælararnir eru settir í starv til at fremja. Vit krevja at hava eitt framburðarríkt felag, sum kappast í oddinum hvørt ár, slær Khaldoon Al Mubarak, sum er formaður í stýrinum fyri Manchester City fast. Víðari sigur Khaldoon Al Mubarak: - vit skulu undirhalda og spæla framsóknan fótbólt, umframt at vinna sjálvandi.
Um Roberto Mancini, sum fekk sparkið sum venjari hjá Manchester City sigur Khaldoon Al Mubarak: - Eg havi stóra virðing fyri Roberto, bæði sum vini, og sum venjara. Men tíðin var búgvin til eitt venjaraskiftið.