Stór krøv til fullveldisætlanina

Høgni Hoydal sigur ongan iva vera um, at størsta grundgevingin ímóti fullveldisætlanini er óskilið á almanna- og heilsuøkinum

? Eg eri púra samdur við atfinningunum hjá Miðflokkinum um, at størsta grundgevingin ímóti fullveldisætlanini er stóra óskilið, ið hevur verið á almanna- og heilsuøkinum seinastu tíðina.

Høgni Hoydal sigur, at samgongan hevur noterað sær atfinningarnar, Miðflokkurin kom við á seinasta kaffifundinum millum Miðflokkin og samgonguna í politisku prosesessini í fullveldismálinum. Hesin fundurin varð hildin týsdagin.

Sambært útvarpstíðindunum á middegi mikudagin, hevur Miðflokkurin gjørt greitt fyri landsstýrinum, at hann ikki kann góðtaka ta framferð, landsstýrið hevur víst í pensjónsmálinum og viðvíkjandi sparingunum innan heilsuverkið. Somuleiðis hevur Miðflokkurin gjørt vart við, at hesin politikkur kann vera til bága fyri fullveldisætlanini.


Má ikki henda

? Vit mugu staðfesta, at slíkt, sum nú er farið fram, ikki má henda. Skulu vit taka ábyrgd fyri sjálvbjargnum Føroyum, mugu vit eisini vísa ábyrgd.

Høgni Hoydal ásannar, at óskilið við nýggju pensjónslógini og rokið á Landssjúkrahúsinum er ógvuliga óheppi. Men hann lovar, at landsstýrið nú fer at leggja seg eftir at fáa skil á hesi viðurskifti, somuleiðis sum landsstýrið skal tryggja sær, at slíkt ikki hendir aftur.

? Hóast eg eri púra samdur við, at handfaringin hevur verið skeiv í hesum málinum, eri eg ikki samdur við teimum, ið siga fullveldisætlanina vera orsøkina til trupulleikarnar.

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum greiðir frá, at politiska endamálið allatíðina var at hækka pensjónina og at veita sjúkrahúsunum betri kor. Tað, sum eftir hansara tykkið er galið, er umsitingarliga handfaringin av málunum.


Hørð krøv

? Vit mugu ásanna, at krøvini til hetta landsstýrið eru harðari enn krøvini hava verið til onnur landsstýri. Vit hava sett okkum sjálvbjargni sum mál, og tí má landsstýrið syrgja fyri, at vit eru før fyri at gerast sjálvbjargin, sigur Høgni Hoydal.