Í kvøld fara 200, Kári Sverrisson, Jürghinn, Incurse og Reverb á pallin í Sjónleikarhúsinum á stóra endabrestinum á Vendetta-konsertferðini, sum 200 hevur verið á saman við Unga Tjóðveldinum.
-Vit eru øgiliga spentir. Samstundis sum hetta er ein konsert, so er hetta eisini eitt høvi hjá fólki at savnast og langa nevan í borðið ímóti politikkinum, sum verður førdur í løtuni, sigur Niels Arge Galán, sangari og gittarspælari í 200.
Niels Arge Galán og hinir í 200 hava fyri stuttum framført á Christiania í Keypmannahavn, og forsangarin lovar, at bólkurin er í góðum formi.
-Vit eru í góðum formi. Vit hava júst spælt einar 8-9 konsertir, so vit eru trimmaðir, hvassir og peppaðir, sigur Niels Arge Galán.
Tað er Unga Tjóðveldi, sum skipar fyri Vendetta-konsertferðini. Tey hava gjørt av, at konsertirnar skulu vera ókeypis.
-Tað skal ikki kosta at savnast og vísa sína ónøgd, sigur Regin Winther Poulsen, formarður.
Á skránni er okkurt fyri tey flestu. Frá Kári Sverrissyni til Jürghinn, til popputu Reverb til metal bólkin Incurse - og so ikki minst Vendetta-aktuellu 200, sum í kvøld spæla á heimavølli.
Konsertin verður í kvøld í Sjónleikarhúsinum í Havn. Dyrnar lata upp kl. 21. Umframt tónleikin verða røður og undirhald á skránni.
Fyrireikarar siga, at sjálv Drotning Margretha luttekur í kvøld.