Handilslív
Klæðini, sum nýggi handilin X-Size fer at selja, eru í stíl við street wear og hip-hop. Hetta eru klæði, sum eru stór og hanga leyst á kroppinum ? víðar buksur, sum nærum hanga niðri á knøunum og troyggjur, sum tykjast at vera alt ov stórar.
Slík klædnapløgg eru ofta at síggja á MTV og øðrum sjónvarpsrásum, og nú er túrurin so eisini komin til føroyska ungdómin.
Tað eru Maja og Jákup Jakobsen, sum eiga og reka nýggja handilin, og Maja greiðir frá, at handilin serliga vendir til tannáringar.
Tey eiga sjálvi ein 13 ára gamlan son, og er hann eisini óbeinleiðis orsøk til, at tey gjørdu av at lata upp handil.
- Sonurin hjá okkum var púra villur eftir slíkum klæðum sum hesum, men tað var nærum ógjørligt at fáa fatur á teimum í Føroyum. Tí máttu hann saman við vinunum fara inn á alnótina at bíleggja klæðir, sum síðani vóru send til Føroyar, greiðir Maja frá.
Í juni mánaða í ár var Maja stødd í Íslandi, og har datt hon á ein handil, sum seldi sokallaði street wear og hip-hop klæði. Maja gjørdi ikki mætari enn at fara innar, og fekk hon samstarv í lag við sama handil, sum í dag eisini er heilsøla hjá X-Size.
Klæðini verða sostatt fyrst keypt frá Amerika til Íslands, og síðani frá Íslandi til Føroya.
Merkini, sum X-Size fer at selja, eru av kendum merkjum, og av tí sama liggur prísurin eisini hareftir.
- Fyri tey ungu hevur tað nógv at siga, hvar klæðini koma frá. Tí hava vit valt at tikið bestu merkini, og tá kemur prísurin at verða hareftir. Men hetta er tað, sum tey vilja hava, greiðir Maja frá.
Umframt klæði verða eisini boxershorts, lissir, belti, smýkkir, húgvur, keppar, pannubond og annað at fáa í handilinum.
- Eisini øll professionell útgerð til skateboards verður at fáa í X-Size, so her skuldi verið okkurt til øll, sigur Maja at enda og leggur afturat, at nýggi handilin er fyrsti av sínum slag í Føroyum.
X-Size letur upp leygarmorgunin klokkan 10.00 í hølunum, har Benetton fyrr helt til.










