Fótbóltur
Hetta er eitt átak í sokallaða grassroots-arbeiðinum hjá FSF. FSF kom í 2008 við í Grassroots samstarvið hjá UEFA, og endamálið við hesum arbeiði er at breiða fótbóltin út sum ein mennandi og heilsugóð ítróttagrein. Í evropeiskum høpi verður roynt at breiða fótbóltin út, so at hann ikki bara verður spældur á etableraðum venjingarvallum, men eisini verður íðkaður í íbúðarøkjum og smáplássum.
Roynt verður við SISU sparkivallakappingini at fáa fótbóltin út á tær smærru bygdirnar, sum við UEFA-sparkivallunum hava fingið góðar umstøður at íðka fótbólt á grassroots-støði. Í samstarvi við Føroya Bjór/SISU verður nú skipað fyri seks kappingum á sparkivallum kring landið. Kappingin er fyri dreingir og gentur, fødd í 1999 og 2000. Fýra leikarar (uframt 1 eykaleikari) eru á hvørjum liði, og kappingarnar eru avmarkaðar til 8 lið. Hvør dystur er 5 minuttir.
Byrjað verður á Húsum 2. mai, tá sparkivøllurin har eisini verður alment tikin í nýtslu. Hinar kappingarnar verða í Famjin 16. mai, á Vatnsoyrum 22. mai, í Haldórsvík 30. mai og í Dali 13. juni. Harafturat verður ein kapping á Toftum 23. mai fyri brekað. Henda kappingin verður fyriskipað í samstarvi við ÍSB, Ítróttasambandið fyri Brekað.
Meira kann lesast um kappingina á www.sisu.fo har tilmelding til Sparkivallakappingina eisini fer fram.