Stór kórvitjan í juni

Leygardagin komu tvey stór kór til Føroya. Talan er um íslendska Kór Langholtskirkju og danska Tritonus, sum verða roknað millum frægastu norðurlendsku kórini. Tey fara at syngja hvør sær og eisini sum stórt felagskór, við eini 80 sangarum tilsamans

Kórstevnan er ein liður í tiltakinum Nýggjur Norðurlendskur Kórtónleikur, eisini nevnt NNK, sum kórið Tritonus tók stig til í 2002. Ætlanin er, at eitt danskt, eitt íslendskt og eitt føroyskt kór skulu hittast trý ár á rað og framføra nýskrivaðan danskan, íslendskan og føroyskan kórtónleik. Tónleikurin skuldi verða kirkjutónleikur. Fyrsta árið var tiltakið hildið í Reykjavík, í fjør í Keypmannahavn og í ár verður tað so í Føroyum.
Føroyska kórið, sum luttekur í tiltakinum, er kamarkórið Skýrák, sum er stjórnað av Kára Bæk.
Kári Bæk hevur eisini skrivað føroysku verkini, John Høybye hevur skrivað tey donsku, meðan Tryggvi Baldvinsson, Bára Grimsdóttir og Hildigunnur Rúnarsdóttir hava skrivað hvør sítt av teimum íslendsku. Øll verkini eru skrivað útfrá Bíbliutekstum.
Mánakvøldið 28. juni kl 19.30 fara kórini at syngja hvør sína skrá í Vesturkirkjuni. Mikukvøldið 30, juni kl 19.30 verða kórini at hoyra í Gøtu Kirkju, og her verða nýggju verkini fyri fyrstu ferð at hoyra.

eys