Tosið um pengar frá byrjan
Tað er nokk so ósexut at tosa um pengar, men tit mugu tosa um pengar. Tí tað er munandi lættari at tosa um pengarnar, áðrenn tit koma í trupulleikar av teimum.
Stýrið skuld
Um tit ætla at skuldarbinda tykkum saman, so merkir tað, at tit eru bundin saman, til skuldin er goldin. Hetta merkir tí, at um tit hefta tykkum saman soleiðis, so skal annar gjalda, um hin ikki kann. Tá er líka mikið, um tit framvegis eru saman ella ikki. Syrgi somuleiðis fyri, at bæði nøvn eru á prógvunum á lutum, har tit hefta fyri lánið saman. So annar ikki verður snýtt/ur.
Nýtið sama banka
Tað sparir ofta tíð, um tit nýta sama banka, tá tit búgva saman og hava felags útreiðslur. Tí so kunnu tit hyggja at kontonum hjá hvørjum øðrum á netbankanum fyri at halda yvirblikkinum. Tað ber eisini til, at fáa fulmaktir til konturna hjá hvørjum øðrum, so tað er lættara at flyta pening ímillum tykkum. Hava tit hvør sín banka tekur hetta longri tíð.
Hugsi um felagskontu
Ein góður háttu er at gjalda fastar upphæddir mánaðarliga fyri at rinda føstu útreiðslurnar. Hugsi um eina húsarhaldskontu, sum tit bæði hava kort til, tí so sleppa tit undan at skeldast um hvør keypir meiri smør ella vesipappír. Ein møguleiki er at hava eina felagsøkonomi, so er ein fyrimunur at hava felags lønarkontu, har tit hava hvør sítt visakort.
Barnaútreiðslurnar
Um ella tá børn koma upp í parlagið, er tað ein stórur fyrimunur at gera av, hvussu tit rinda klæði, gávur, frítíðarvirksemi og skúla. Tað er lættast at gjalda helvtina í part, men tað týdningarmesta er at hava greiðar avtalur, so tit sleppa undan at kjakast um, hvat verður nýtt frá hvørjum til børnini
Geri fíggjarætlanir
Rokni útreiðslurnar eitt á fram í tíðina. Býti talið í 12, og koyri tað aftur í helvt, so tit kunnu rinda eins nógv á kontuna við føstum útreiðslum. Soleiðis sleppa tit undan hvøkkum og upp- og niðurtúrum í nýtslupengunum, tá SEV, telefon og trygging skulu rindast.
Býti útreiðslurnar
Hugi um tit skulu rinda eins nógv í láni, leigu og húsarhaldspeningi. Vinnur annar meiri pening enn hin, so kunnu tit fordeila soleiðis, at annar rindar prosentvís meiri enn hin, so tit hava umleið ein nógvar pengar eftir.
Pensjónin skal við
Avtali, hvussu tit spara upp til aldurdómin. Hevur annar betri pensjón enn hin í arbeiðinum, so kunnu tit saman savna, so tit hava eins nógv til lukkuligu pensjónsárini.
Keypa heim saman
Um tit keypa hús ella íbúð saman og ikki eru gift, so er ein stórur fyrimunur at gera eitt greitt býti, um tit skulu eiga helvtina í part, og hvussu skuld og vinningur skulu býtast, um tit flyta frá hvørjum øðrum aftur. Á sama hátt er ein fyrimunur at hava greiðar avtalur um størri lutir, so tit sleppa undan at blanda teir upp í samrøður, tá tit eru kedd, skuffað ella ill.
Tryggið hvønn annan
Um tit liva saman, og annar doyr, so er ein øgiliga stórur fyrimunur at hava eina lívstrygging, so hjálpir tað einkjufólkinum at klára tíðina aftaná økonomiskt. Hóast stóra missin.
Kelda: Danska brúkararáðið