Ingolf S. Olsen
Uppsjóvartilfeingið, sum føroyingar kunnu troyta í løtuni, er so stórt, at tað sagtans kann verða rúm fyri einum uppsjóvarvirki afturat. Tað heldur Bjarni Arnason, grannskoðari og fiskivinnugreinari í grannskoðarafyritøkuni Numo, har hann eisini er annar stjórin.
- Tá tað ikki eru nakrar avmarkingar fyri keypi av rávøru, ella nakað loyvi skal til framleiðslu av pelagiskum fiskasløgum, er tað ikki serliga relevant at spyrja generelt, um tað er rúm fyri einum uppsjóvarvirki afturat í Føroyum. Tað veldst um, hvussu dugnaligt hvørt einstakt virki er at fáa fatur í rávøruni, og tí eru tað fyrst og fremst íleggjararnir og lánveitararnir, sum skulu svara tí spurninginum, sigur hann.
Rúm fyri fleiri
Í verandi støðu heldur hann tó avgjørt, at tað er rúm fyri einum virki afturat bara at taka móti tí nøgdini, sum føroysk skip einsamøll veiða. Køkan er nevniliga so mikið stór, at sjálvt um hon skal skerast í fleiri bitar, so verða teir framvegis sera stórir hvør sær.
- Vit tosa um so stórar nøgdir og so stór virði, at stórar íløgur løna seg, eisini sjálvt um vit ikki hugsa serliga langt fram í tíðina, og eisini um fiskiskapurin framhaldandi verður avmarkaður til háárstíðir við ógvusligum virksemi og lang tíðarskeið við lítlum og ongum virksemi. Sjálvsagt hevur tað tó stóran týdning, at virkini undir slíkum umstøðum leggja stóran dent á at konsolidera seg, so tey verða betur før fyri at taka sveiggini, tá hugsað verður meira langskygt, sigur Bjarni Arnason.
- Men vit hava jú eina serstøðu í løtuni, har virkini bert kunnu fáa rávøru frá føroyskum, íslendskum og grønlendskum skipum orsakað av silda- og makrelstríðnum við ES og Noreg. Tann støðan skal tó helst ikki verða varandi, og tá umstøðurnar einaferð verða normaliseraðar, kann grundarlagið hjá uppsjóvarvirkjunum møguliga gerast betri, tí tá er hugsandi, at onnur fremmand skip eisini fara at avreiða her, sigur hann, men vísir samstundis á, at tað hinvegin eisini verður møguligt hjá føroyskum skipum at landa uttanlands tá, sigur hann.
Økt kapping
Fleiri virkir og stórur móttøkukapasitetur á landi gera tað eisini meira áhugavert hjá skipum at koma til Føroya at landa, heldur Bjarni Arnason.
- Fleiri virkir merkir økta prískapping, og tað er gott at lokka skip við, staðfestir fiskivinnugreinarin.
Bjarni Arnason væntar eisini, at øktur kapasitetur á landi fer at hava eina stórdriftseffekt við bíligari flutningi við sær.
- Tess meira, ið kemur upp á land av fiski, tess meira av virkaðum fiski verður at flyta út, og tess størri nøgdirnar eru, tess bíligari verður fraktin fyri hvørt kilo. Hetta er nakað, ið gagnar øllum virkjunum, sigur hann.
Bjarni Arnason vísir á, at tað serliga út frá einum samfelagssjónarmiði er skilagott við einum uppsjóvarvirki afturat.
- Um vit ynskja at effektivisera alla fiskivinnuna á sjónum eins og tað er gjørt við pelagisku fiskivinnuna og flakatrolararnar, so fer tað at merkja færri arbeiðspláss á sjónum. Tí verður tørvur á fleiri arbeiðsplássum á landi, og eitt nýtt uppsjóvarvirki tænir jú tí endamálinum væl, sigur hann.
Álvarsligar hóttanir
Bjarni Arnason minnir tó á, at vinnan hevur álvarsligar hóttanir hangandi yvir sær orsakað av stongslinum hjá ES.
- Um stongsulin fer at halda fram eina tíð, verður neyðugt hjá føroyskum framleiðarum skjótt at finna sær alternativar marknaðir fyri nøgdirnar, sum higartil eru farnar til ES, og byggja upp ein logistikk í samsvar við hetta, sigur Bjarni Arnason.arbeiðsmarknaðarsjónarhorni, sigur Bjarni Arnason, grannskoðari og fiskivinnugreinari, stjóri í grannskoðaravirkinum Numo.
Kvotur í tonsum
Ársúrslit í milliónum krónum
2009 2010 2011 2012 2013
Svartkjaftur 141.870 129.847 9.642 94.019 154.614
Makrelur 27.868 85.000 150.000 148.375 125.852
Norðhavssild 84.779 76.523 50.981 42.983 105.230
Ársúrslit - 6.221 129.578 187.620 168.819 Ikki gjørt upp
Gongdin í kvotunum og rakstrinum hjá uppsjóvarflotanum seinastu árini.
(Kelda: Fiskimálaráðið/Numo)