Stór jólaøl frá Føroya Bjór

Í gjár kom stóra jólabryggin frá Føroya Bjór á marknaðin

NÝGGJ ØL
Tíðindaskriv
Hettar er hin stóra 1,25 liturs plastfløskan, sum longu er roynd og sera væl umtókt í øðrum londum, sigur Føroya Bjór, sum leggur afturat, at serliga fløskan er ment tilvitað til øl.
Fløskan er so mikið stór, at ikki er ráðiligt at koyra bil, hóast tú bert hevur drukkið eina.