Í NSÍ halda fokusera teir á avrikið fyrsta stóra partin av dystinum í Fuglafirði, tá ið talan var um trivaliga leiðslu, áðrenn tað at enda kiksaði orduliga
Grannauppgerð verður við Løkin 2. hvítusunnudag. Víkingur fer út um Gøtueið. Felags fyri bæði liðini er, at tey fyri viku síðani vóru í góðari støðu at vinna fulla úrtøku, og at tað endaði javnt. Serliga meint kendist hetta hjá NSÍ, sum inntil tað restaði eitt korter var frammanfyri, men so mistu teir gulu og svørtu 3-0 leiðslu, sum varð broytt til 3-3
Allir NSÍ spælararnir eru tøkir. Hjá Víkingi eru tvey ivamál. Í 1. hálvleiki ímóti KÍ noyddust bæði Hans Jørgen Djurhuus og Jann Ingi Petersen skaddir av vøllinum. Tað sá álvarsligt út, men tíbetur vísti tað seg, at einki varð brotið. Talan var í báðum førum um liðbandsskaða. Hvørki Hans Jørgen ella Jann Ingi hava í vikuni vant saman við hinum. Víkingarnir venja í kvøld og aftur í morgin. Tað verður vónað, at miðvallararnir báðir verða førir fyri at spæla mánadagin.
Í NSÍ fokusera tey á stóru løtuna ímóti ÍF, tá ið tað gekst væl. Um tað eydnast at vinna fulla úrtøku, so fer NSÍ at lyfta seg upp um Víking á støðutalvuni. Tá ið liðini hittust í Gøtu í 1. umfari var Finnur Justinussen tvífaldur málskjútti hjá heimaliðnum, sum vann 2-1.