Stór hárfríðkanarmessa í London

Seinast í oktobur fóru 22 hárfríðkanarkvinnur úr Føroyum til London á Salong International messuna, sum er um heystið á hvørjum ári. Flest øll kend merki innan hárrøkt eru at finna á framsýningini, har nærum alt, ein frisørur kann hugsa sær, er at fáa - líka frá hárnálum til hárvaskimaskinur

Salong International varð í ár hildin í nýggja handilssentrinum, Exel, sum liggur miðskeiðis í London.
Umframt básar við øllum tí, ein hárfríðkanarstova hevur brúk fyri, vóru eisini sýningar hildnar á ymisku básunum. Fleiri kendar salongir vóru millum framsýnararnar, so sum Tony and Guy og Vidal Sasson, ið flestu frisørar kenna,
            Sosialurin hevur tosað við eina av teimum 22 hárfríðkanarkvinnunum, Veru Larsen úr Klaksvík, sum var við á framsýningini.
            - Har fæst alt, tú kanst hugsa tær, m.a. ein vaskimaskina til hár. Kundin leggur høvdið inn í vaskimaskinuna, og hárið verður vaskað, uttan at frisørurin hevur fyri neyðini at røra hárið, sigur hon.
Vera sigur, at eftir ein slíkan túr, kemur tú aftur til arbeiðis við nýggjari inspiratión.
- Eg keypti ein videofilm, har vístur verður lit- og klippiteknikkur. Hann ætli eg at nýta til eitt hugna- og skeiðkvøld saman við frisørunum á mínari salong, sigur Vera.
- Sunnukvøldið fóru vit á eina sýning í kenda bygninginum, Albert Hall, har 18 teir kendastu hárskerararnir í heiminum sýndu síni kynstur, m.o. Patrick Cameron, greiðir Vera frá.
Á sýningini í Albert Hall, var peningur savnaður til sjúk børn. Innsavningin gav 7,1 milj. pund. Tey 4 milj. Hvørt ár verður savnað inn til vælgerandi endamál á hesi sýning til frama fyri sjúk og børn í trongum korum.


Skriktar upp á nátt
    
Vera sigur, at tær sjálvsagt nýttu høvi at síggja nakað av London, fyri ikki at gloyma ?shoppingtúrin? eftir Oxford Street.
            Tær 22 hárfríðkannarkvinnurnar vóru í London júst tað vikuskiftið, tá klokkan varð flutt til vetrartíð. Men eyka tíman, tær ætlaðu at sova í, mistu tær, tí mitt á náttini fór eldávaringin í gongd, og tær máttu allar út á gøtuna at standa.
            Tíbetur vísti tað seg at vera ?falskur alarmur? og eftir eina løtu í náttarkuldanum, kundu tær allar fara undir fjararnar aftur.
            Longu nú ber til at bíleggja atgonguseðil til Salong International komandi ár. Atgonguseðilin er bíligari at keypa nú, enn beint uppundir framsýningina.