Tað er serliga ein umfatandi effektivisering og sparing í rakstrinum, saman við einari øktari sølu, sum hevur vent einum halli á 15,7 milliónum krónum í 2010, til eitt avlop á 9,3 milliónir í 2011.
Tað er ein framgongd í rakstrinum á snøggar 25 milliónir krónur.
- Tað er serliga innan umsiting og lønarútreiðslur, at vit hava spart, men tað er rætt at siga, at vit hava hugt eftir øllum konti og skorið av har, sum tað hevur verið forsvarligt, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri.
Hesar sparingar hava merkt, at raksturin hevur verið smáar 19 milliónir krónur bíligari í 2011 enn hann var í 2010. Hetta hóast oljuútreiðslurnar øktust við umleið 10 milliónum krónum seinasta ár.
- Sparingar saman við øktari sølu hava skapt úrslitið fyri 2011, sum má roknast nøktandi, sigur Rúni Vang Poulsen.
Tað er serliga á danska og norðureuropeiska marknaðinum, at Smyril Line satsar upp á at økja um søluna.
- Serliga Týskland er áhugavert, og tí miða vit í stóran mun eftir at røkja tann marknaðin, sigur Rúni Vang Poulsen.
Betra tænastuna
Norröna er eitt serstakliga snøgt skip, og síðani Rúni Vang Poulsen gjørdist stjóri hava royndir verið gjørdar at betra um tænastuna. Serliga hevur verið hugsað um børnini, har nógv hevur verið gjørt burtur úr.
Eisini verður stórur dentur lagdur á tónleikaliga undirhaldið umborð, har kendir føroyskir tónleikarar undirhalda um kvøldarnar í barrunum.
Og nú verður farið eitt stig longur at betra um tænastuna umborð.
- Eitt nú fáa vit eina nýggja matstovu, eitt sonevnt steak-house, sum skal økja um møguleikarnar hjá teimum ferðandi at velja tað kulinariska upplivilsi, sigur Rúni Vang Poulsen.
Eitt annað, sum dentur verður lagdur á í summar, er ein ítróttabarr.
- Tað hendir nógv á ítróttaliga økinum í summar, ikki minst OL í London, so tað er upplagt at bjóða okkara kundum at fylgja við í hesum ítróttahendingum, sigur Rúni Vang Poulsen.
Og so skal gerast enn meira fyri børnini.
- Vit hava longu sum er undirhald fyri børnum, sum vit hava gjørt royndir við í fjør, og hetta undirhaldið ætla vit at útbyggja í ár, sigur Rúni Vang Poulsen.
Sær ljósari út
Tá tað snýr seg um framtíðina, sær ljósari út hjá Smyril Line.
Í november í gjør varð kapitalgrundarlagið hjá felagnum betrað við 40 milliónum krónum, og samstundis er gjaldførið komandi árini betrað við 150 milliónum krónum. Og tað fær stjóran at vera bjartskygdan.
- Framtíðar útlitini hjá Smyril Line eru góð. Felagið arbeiðir við framhaldandi rakstrarsparingum, og nógv verður gjørt við at økja søluna av ferðaseðlum, sigur Rúni Vang Poulsen.
Fyrst í árinum gjørdi Smyril Line eitt søluframtak saman við Politiken fyri at fáa ferðafólk til Føroya, og hetta framtak eydnaðist sera væl.
- Vit hava selt hundrað yvirnáttingar á hotellum í Tórshavn á páskum, og í heila tikið hevur hetta søluframtakið hepnast sera væl, sigur Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line.
Og sambært stjóranum er ikki óhugsandi, at líknandi tiltøk verða endurtikin seinni í ár.
- Nú hevur hetta tiltakið ikki ávirkan á roknskapin í fjør, men tað er als ikki óhugsandi, at vit fara at fremja líknandi tiltøk seinni í heyst, sigur Rúni Vang Poulsen.
Fyribils hevur Smyril Line tikið eitt megnar stig rætta vegin við góða úrslitinum í roknskapinum fyri 2011.