Leygarkvøld er í Vági. Ymiskt er á skránni og ymiskt er at fara til. Men tað tykist, sum stór mannfjøld hevur sett alt til viks, fyri at hittast í einum vælútgjørdum bilhúsi.
Bilhúsið eigur Tom Willy Magnussen og tað er eisini hann, ið eigur ein so ovurstóran veðr, at sjálvt Svf hevur ómakað sær at vitja veðrin nakrar dagar áðrenn høvdið verður kappað av
At dagurin er komin, veit veðrurin einki um, men tað eru tað mong onnur, ið vita, tað er eyðsæð.
Eini 120 pund hava menn mett, at veðurin vigar. Og teir tykjast samdir.
Klokkan er farin framvið 20, og eini 20 - 30 fólk, mest mannfólk, men eisini kvinnur og børn, standa spent og bíða. Hann er ávegis, vita fólk at siga.
Kalt er at bíða. Fleiri fólk leggjast afturat og ímeðan bíðað verður, gongur prátið um stóra veðrin, vekt, seyð og frálíku útgerðina í snøgga bilhúsinum, sum eisini hevur spæl undir loftinum, sum er alt vanligari er nú á døgum, so menn sleppa frá at tumma, tí skinnið verður drigið av við spælinum. Og ein freistast at siga, at tað gongur sum eitt spæl.
Veðrurin
So upprennur løtan. Veðrurin verður leiddur í túnið og inn í bilhúsið. Ikki verður hann lagdur á borðið beinanvegin. Fyrst sleppur hann at ganga síðstu fetini, meðan hann verður handlaður. Menn meta um. Jú, eini 120 pund er ikki av leið, onkur sigur meira, onkur minni. Ikki øll hava hug at fáa henda risan ov nær og halda seg undan, tá veðrurin kemur teimum ov nær. Børnini, sum ikki øll røkka so væl upp til henda risan, eru tó spent og halda seg framat.
Gjørt verður av at viga veðrin livandi. Tvær vektir skulu til og eftir mikið stríð er greitt, at hann vigar 135 kg. Og vónirnar eru góðar, tí annar veðrur, ið vigaði 130 pund, hevði at enda eina vekt uppá 117 pund.
Skotið fellur
Og so verður veðrurin lagdur á borðið, sum gevur seg undir vektini. Byrsan verður sett fyri pannuna og skotið fellur. Samstundis er hetta startskotið til eina spennandi løtu. So er at svæva. Sveitin - og sveittin - rennur og baksað verður við at fáa høvdið av. Stuttligt at vita hvat høvdið vigar. Jú, seks og eitt hálvt kilo!
So at tumma. Nei, tað er ikki sum at siga tað. Tað krevur sín mann. Og tað skal vísa seg, at tað krevur meira enn ein mann. Teir skiftast, meðan onkur skemtilig sál heldur fyri, at helst verða teir noyddir at fara innum ein túr, fyri at fáa skinnið leyst.
Mannfjøldin er nú farin uppum tey hálvthundrað í tali og væl kemur við, at menn fáa okkurt at sløkkja tostan við. Væl sær út og eftir at skinnið er fingið av, gongur skjótt. Fleiri ferðir gevur borðið seg, sum vildi tað rópt neyðarróp, men tað heldur.
Vektin
Brátt er stóra løtan heilt nær. Krovið skal vigast. Tó er tað so stórt, at fleiri skulu til at lyfta og gott er at hava spælið. Tað er líka við, at ikki ber til at viga, tí krovið tekur í gólvið, men tað gongur.
Vektin sigur 113 pund. Menn tykjast troyttir, skuffaðir, tó onkur sigur seg hava mett júst eini 110 til 115 pund.
Veðrurin, ið vigaði 130 kg livandi, gav 117 pund. Hesin vigaði 135 livandi, men hilnaðist so ikki líka væl. Tríggir mans hongja krovið upp og tungt er, so lagið er ikki heilt av leið..
Sama kvøld er annar veður flettur, ið vigaði 110 ound.
Men 113 pund er nú ein stórur veðrur og ikki nakað, ein sær á hvørjum degi, er semja um, meðan tað tynnist í flokkinum í bilhúsinum og øll tey mest óviðkomandi leggja leiðina út í myrkrið, eina stórhending ríkari.