Stór ferðsluvanlukka í Svøríki

Ein stór ferðsluvanlukka er hend nær við svenska býin, Ørebro. Talan er um ein álvarsaman samanstoyt millum tveir bilar, ein tangabil og tveir bussar, sum høvdu 60 ferðafólk umborð.

Sjúkrabilarnir hava koyrt 69 fólk, sum hava størri og minni løstir á universitets-sjúkrahúsið í Ørebro til viðgerðar.

Vanlukkan hendi í morgun klokkan 8.25 svenska tíð. Fyrst rendu tveir bilar á hvønn annan. Ein bussur við 9. floksnæmingum bremsaði harðliga, og beint aftaná rendi ein bussur við suðurkoreonskum ferðafólkum á bussin við 9. floksnæmingunum. Beint eftir hetta fór ein tangabilur sendandi av vegnum.

Tvey fólk hava fingið sera álvarsaman skaða, og eru bæði á bráðfeingismóttøkuni á universitets-sjúkrahúsinum í Ørebro.

Bussurin við 9. floksnæmingunum var ávegis til Stokkhólm, har næmingarnir skuldu á eina námsferð.

Àlvarsama ferðsluvanlukkan hevur tarnað ferðsluna á E 18 vegnum, og hevur elvt til eina bíðirøð, sum er 10 kilometrar lang.