Veturin 2. september í 1742 fór hollendska skipið Wetersbeek á land vestantil á Suðuroynni. 90 mans vóru við skipinum, 80 teirra komu frá vanlukkuni við lívinum. Ein teirra, Berint Scoute, fekk eftirkomarar í Føoyum. Sámal Bláhamar, sum 16. mars í ár fyllir 60 ár, er ein eftirkomari hjá Berint Scouten - í móðurætt.
Síðani 1994 hevur arbeitt verið við at greina ættarbondini, og nú er komið so mikið áleiðis, at bók verður givin út um hetta seinni í ár. Rithøvundur er Mathias Lassen. Onnur, sum hava arbeitt við at savna tilfar, tað er millum annað gamalt skjalatilfar, eru Hans Petersen í Vestmanna, hollendingurin Tjark Nieuweling, sum býr í Noregi, og Freydis Poulsen í Klaksvík.
Í sambandi við føðingardagin hjá Sámal Bláhamar, sum verður í Kelduni í Skálabotni leygardagin hin 15. mars millum klokkan 14.00 og 18.00, verða ættarbondini aftur til hendingina 2. september 1742 viðgjørd. Rithøvundurin, Mathias Lassen fer at greiða frá arbeiði sínum, og trívur í Westerbeek-søguna.
Røturnar hjá Sámali Bláhamar í faðirætt røkka aftur í Ølvustovu í Funningi. Har varð Jóhannes Poulsen (Jóhannes tann Vísi) borin í heim hin 15. september í 1776. Freydis Poulsen fer at greiða frá hesum partinum av ættarsøguni.
Martin Joensen, bygdarmaður hjá Sámali Bláhamar, fer at undirhalda við sangi. Hávardur Jensen, úr Kvívík, fer at syngja sálmar. Hans Pauli Højgaard fer at framføra tónleik.
Sámal Bláhamar hevur í mong ár starvast í ferðavinnuni, og hann fer at siga frá og vísa myndir frá ferðavinnutíðini.
Seinnu árini hevur Sámal Bláhamar í frítíðini tikist við at granska í ættarbondum og hendingum, sum hava við ættina at gera. Hann var til dømis við, tá Svf á sinni var á slóðini hjá manningini á Union Jack, sum týski kavbáturin U31 søkti undir krígnum. Hann fer at vísa brot úr sendingini.
Seinni var hann, saman við Grækaris Djurhuus Magnussen, í Týsklandi, har hann hitti familjuna hjá skiparanum á U31. Eftir hetta vóru Sámal Bláhamar og konan, Tórharda Bláhamar, í Týsklandi og heilsaðu upp á fleiri av manningini á U31.
Føðingardagsbarnið vónar, at øll, sum kenna seg hava ættarbond, annaðhvørt frá Berint Schoute ella Jóhannesi Vísa, fara at støkka inn á gólvið í Kelduni. Somuleiðis vónar hann at vinir og kenningar koma at heilsa honum hendan dagin.
Og Sámal Bláhamar hevur ikki tørv á blómum og víni sum gávu. Blómunum er ikki pláss fyri, og vín nýta tey ikki. Hinvegin hevur hann ætlanir um at fara til Hollands at leita eftir familju. So, heldur ein styrk til hetta, heldur hann.