Tað verður spælt í Betri deildini í fótbólti frá klokkan trý seinnapartin og fram til klokkan knapt sjey í kvøld.
Fyrsta bríksl verður í trimum dystum klokkan 15 – í Klaksvík, í Gundadali og í Trongisvági. Klokkan 16 fer bólturin á rull við Løkin í Runavík, og klokkan 17 verður dysturin í Sarpugerði í Norðragøtu.
Talan er um viku við nógvum fótbólti í fremstu røð heima á landi. Flaggdagur er mikudagin 25. apríl. Tá verður fyrsta umfar í kappingini um løgmanssteypið. Sjey dystir vera henda dagin.
Sunnudagin um eina viku verður áttanda umfar í landskappingini. Tá eiga øll trý feløgini í høvuðsstaðnum heimadyst.
Sjeynda umfar
Ídag
KÍ – EB/Streymur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
Víkingur – 07 Vestur: Rúni Gaardbo kl. 17.00
NSÍ – Skála: Eiler Rasmussen kl. 16.00
B36 – AB: Lars Müller kl. 15.00
Suðringar – HB: Petur Reinert kl. 15.00
Flaggdagin
Løgmanssteypið
ÍF - B36
NSÍ - AB
B68 - HB
Skála - 07 Vestur
Undrið - EB/Streymur
B71 - Giza Hoyvík
Suðringar - KÍ
Støðan undan sjeynda umfari
KÍ | 6 | 5 | 1 | 0 | 11 | 3 | 16 |
HB | 6 | 4 | 1 | 1 | 9 | 6 | 13 |
NSÍ | 6 | 3 | 1 | 2 | 12 | 7 | 10 |
B36 | 6 | 3 | 1 | 2 | 10 | 6 | 10 |
Víkingur | 6 | 3 | 1 | 2 | 8 | 7 | 10 |
EB/Streymur | 6 | 2 | 3 | 1 | 9 | 6 | 9 |
Skála | 6 | 2 | 1 | 3 | 5 | 6 | 6 |
AB | 6 | 1 | 2 | 3 | 4 | 8 | 5 |
Suðroyingar | 6 | 1 | 0 | 5 | 2 | 11 | 3 |
07 Vestur | 6 | 0 | 1 | 5 | 5 | 15 | 1 |