Stór føroysk luttøka í Copenhagen Half Marathon

Um vikuskiftið verður skipað fyri Copenhagen Half Marathon í Keypmannahavn, og sum vanligt hevur verið síðstu árini, tá skipað hevur verið fyri slíkum kappingum í Keypmannahavn, so eru tað nógvir føroyingar millum luttakararnar.


Tá hugt verður eftir heimasíðuni hjá kappingini sæst, at heili 62 føroyingar hava meldað seg til kappingina, men
talið er í veruleikanum hægri, tí nakrir føroyingar eru skrásettir sum danir.


Kappingin er nevniliga eisini DM í hálv marathon, og um føroyingar ynskja at vinna medaljur, so er neyðugt hjá teimum at verða skrásett sum danir til kappingina. Harímillum er Marna Egholm, ein av Føroya fremstu rennarum, ið áðrenn kappingina nevniliga er mett at hava ein møguleika at vinna medalju.


Runnið verður tilsamans 21,0974 kilometrar og byrjar kappingin klokkan 11.15 sunnudagin.