So savnast tey aftur til dans og gleim. Tey, sum regluliga hittast at dansa føroyskan dans, eins og øll hini, sum dáma væl dansin, men ikki altíð eru líka røsk at møta, tá tiltøk eru at fara til.
Men nú er møguleikin at koma saman við øðrum, sum tokka hava til føroyska dansin, og upliva eina dansinátt av teimum heilt góðu. Hon verður hildin á Giljanesi leygarkvøldið tann 8. mai í ár.
Landsdansistevnan, sum hildin verður triðjahvørt á, verður í ár hildin í Vágum. Hon verður sett á Giljanesi leygardagin 8. mai klokkan 17.00, og síðan verður hildið á í ítróttarhøllini og skúlanum á Giljanesi, so leingi nakar er eftir á gólvinum.
Vanliga plaga fleiri hundrað fólk at luttaka á hesum dansistevnunum, og fyrireikararnir vænta einki undantak í ár. Endaliga tilmeldingin er ikki liðug enn. Seinasta freist fyri tilmelding er sett til tann 24. apríl, siga fyrireikararnir úr Vága Dansifelag.
Tað er soleiðis, at innbjóðing til luttøku á stevnuni er send teimum feløgum, sum eru limir í landsfelagnum hjá dansifeløginum, Sláið Ring. Av teimum 18 limafeløgunum, sum eru í Sláið Ring, hava 16 boðað frá luttøku á stevnuni. Og av teimum er so eitt, sum heldur til í Danmark. So sigast má, at áhugin fyri stevnuni er stórur.
Sjálvur dansurin verður skipaður á tann hátt, at hvørt felag møtir við sínum kvæði ella vísu, sum onkur úr felagnum so skipar. Øll hini, sum eru á stevnuni, hava so møguleika at dansa við. Soleiðis gongur so tann gleðistreymur í ring, til øll hava havt sítt á gálvi. Tá er so møguleiki hjá hvørjum, sum vil, at taka tað, honum lystir.
Hetta er aðru ferð, landsdansistevnan verður hildin í Vágum. Hugskotið kom fyrst í áttatiárunum júst úr Vágum, har tann fyrsta stevnan eisini varð hildin. Síðan hevur hon verið kring landið, og nú er so túrurin komin aftur til Vága Dansifelag at skipa fyri.
Tað krevur sjálvandi nakað væl av fyrireiking og kreftum at standa fyri slíkum. Men tí stúra tey ikki fyri, sum fyrireika, og siga at tey vóna so nógv fólk, sum yvirhøvur gjørligt, vestur í Vágar hetta vikuskiftið.
Við til eina slíka stevnu hoyrir eisini eitt gott borðhald, og tað verður í ítróttarhøllini á Giljanesi. So fyri plásstrot hevur eingin fyri neyðini at setast aftur.