3. mai, verða hurðarnir latnar upp, fyri størstu bústevnu nakrantíð í Føroyum. Stevnan sum verður í Runavík, hýsir øllum teimun førandi fyritøkunum sum hava við føroyska byggimarknaðin ella innbúgv at gera. Áhugin at verða við er so mikið stórur, at umframt ítróttarhøllina, er eisini eitt risa stórt telt leiga heim til endamálið.
Stevnan er til allar føroyingar - bæði teimun sum ganga við tankum at byggja nýggj hús, teimun sum hava ætlanir at umvæla tey gomlu og teimun sum hava í huga at keypa sær innbúgv av ymiskum slag. Av tí at tað er ókeypis at koma inn, væntað fyrireikarnir nógv vitjandi.
Stevnan verður 3., 4. og 5. mai og hava børn bert atgongd saman við vaksnum.










