Arbeitt hevur verið í longri tíð við at skipa eina byggimessu í Klaksvík. Ætlanin hjá stigtakarunum var at almannakunngera messuna í september.
Men, longu nú hava fyritøkur boðað frá luttøku.
- Tí hildu vit, at tíðin nú var komin til at lata almenningin vita, at byggimessan, sum verður í báðum ítróttarhallunum í Klaksvík, verður veruleiki.
Tað sigur LeGutt Events, sum eru fyrireikarar av stóru messuni, sum verður í Klaksvík.
LeGutt Events, sum eitt nú tekur sær av samskipan, event kanningum og ráðgeving, skipaði eisini fyri Orkuráðstevnuni í fjør.
Fyritøkan hevur framt nógvar ymiskar uppgávur, sum lesast kann um á heimasíðuni hjá fyritøkuni.