Stór Bridgekapping

Í eru tað 14 ár síðani at Bridgehúsið í Havn varð sett á stovn. Í hesum sambandinum skipar nevndin í Bridgehúsinum fyri einari stórari almennari parakapping leygardagin 27. august 2005. Kappingin byrjar kl 13.00 og verður hon skipað sum ein barometur kapping, tað merkir, at øll spæla somu kort í sama umfarið og at gjørt verður upp eftir hvørt umfar. Tilmeldin verður á staðnum.
Tað eru teir báðir Rói á Rógvu Joensen og Heðin Mouritsen, ið skipað fyri kappingini.