Stór billardtøl

Føroyameistarakappingin fyri einstaklingar í billard er byrjað og heldur fram í Klaksvík fríggjadagin og leygardagin. Longu nú hava tveir av spælarunum lagt út við tølum, sum vit sjáldan hava sæð áður í byrjunarspælinum til eitt FM.

Tíðindakriv

Tað eru teir báðir favorittarnir til FM heitið í ár, fyrrverandi Føroyameistarin Kristian Sune Høgnesen og nýggja billardkometin Hallur Joensen, sum hava ruddað billardborðið. Kristian Sune fekk 1062 eygu ella 53,1 í meðal fyri stoytin í einum spæli, og er hetta av tí mesta hann hevur fingið. Besta spælið hjá honum er uppá 1068 eygu. Hallur fekk 820 í einum spæli. Spælt verður í tveimum bólkum. Hesir eru: Kristian Sune Høgnesen, Niels Nielsen, Jan Müller og Allan Larsen og hin bólkurin: Hallur Joensen, Sonhard Johannessen, Karsten Hansen og Jákup Nólsøe. Tveir teir bestu úr hvørjum bólki fara til semifinalurnar, sum verða spældar leygardagin eins og finalan og kappingin um 3. plássið. Barok er sponsor til hesa FM kappingina.