Stór bilasølustevna verður í Trongisvági

- Við nýggjárshaldi og bilasølustevnu er plantað eitt træ, og vit vilja, at hetta træ framhaldandi sleppur at veksa og mennast, sigur Signar Strøm.

 

 

Enn einaferð fer Tvøroyrar Nýggjársnevnd at skipa fyri bilasølustevnu. Men, umframt einar 100 bilar, sum væntandi verða á stevnuni, verður eisini framsýning við øðrum veitarum. Eisini verður loppumarkmaður, kapping um flottasta bil í Suðuroy, og her verða hoppiborgir til børnini.

Tiltakið, sum verður í ítróttarhøllini í Trongisvági, verður leygardagin og sunnudagin komandi, 11.-12. mai, og opið verður báðar dagarnar frá klokkan 14 til 20. Bilasølurnar, sum verða við, eru Reyni Service, Berg Motors, Nordbil, Nordcar, Auto Service og P/F Wenzel.

Signar Strøm, sum í mong ár hevur verið partur av hesum afturvendandi tiltaki í Suðuroy, sigur, at stívliga 100 bilar plaga at verða við á sølustevnuni, harav pláss er fyri umleið 70 inni í sjálvari høllini – og síðan stendur restin uttanfyri.

Hann vísir á, at vanliga eru flestu bilar á sølustevnuni nýggir, men bilasølurnar plaga eisini at hava onkrar góðar brúkar bilar við. Afturmeldingarnar frá flestu bilasølum plaga at vera rímiliga góðar eftir bilaframsýningina.

- Nógvir av veitarunum, sum koma til Suðuroyar á bilasølustevnu, hava vitjað fleiri ferðir áður, og tiltakið hevur soleiðis skapt góð sambond millum fyrireikarar og tey, sum standa aftan fyri bilasølurnar. Vit plaga eisini at eta ein døgurða saman leygarkvøldið.

Signar Strøm sigur, at Oddur Dimon, sáli, øll árini var primusmotorur aftan fyri nýggjárshaldið í kommununi, og hann hevur eisini verið á odda, tá skipað hevur verið fyri bilasølustevnu, gjarna tvær ferðir um árið. Saknur er í honum, nú hann ikki er við meira.

- Við nýggjárshaldinum og bilasølustevnuni er plantað eitt træ, og vit vilja gjarna, at hetta træ framhaldandi sleppur at veksa og mennast. Bæði í fjør og nú aftur í ár verður tað ókeypis hjá fólki at vitja á bilasølustevnuni, og á stevnuni seinast vóru eini 800 gestir.

Fyri at gera tiltakið í Trongisvági enn meira fjølbroytt og breitt, verða eisini aðrir framsýnarar við hesar báðar dagarnar. Einar átta ymiskar fyritøkur fara at sýna fram sínar vørur og tænastur.

- Her verður eisini tónleikur á palli, loppumarknaður, tombola og hoppiborg, og her skal flottasti bilur í Suðuroy veljast. Tískil verður bilasøluframsýningin í Trongisvági eisini eitt hugnaligt familjutiltak, sigur Signar Strøm í Tvøroyrar Nýggjársnevnd.