Stór badminton-kapping í Klaksvík

5. desember verður stór badmintonkapping í Klaksvík. Kappingin verður skipað sum ein opin kapping, har øll eru vælkomin at taka lut

Badminton

Talan er um mest sum søguligan badminton-dag í Klaksvík. Hetta er nevnliga fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð, verður stór badmintonkapping í Klaksvík.
Kappingin verður skipað sum bólkaspæl í innleiðandi umfari. Eftir bólkaspælið verður leikt eftir cup-leisti. Altso at tað bert er vinnarin av hvørjum dysti, sum tá fer víðari.
Kappingin ber heitið, Kjølbro Open, og kann teknast til hesa við at senda teldupost til mail@2improve.fo. Í teldupostinum skal skrivast navn og føðingardagur. Seinasta freist at tekna seg er týsdagin 1. desember.