Stór avbjóðing og spennandi uppgáva

- Tað er eitt sindur serstakt at gerast borgarstjóri miðskeiðis í einum valskeiði, tí tær stóru linjurnar eru longu lagdar. Men eg havi verið við í arbeiðnum at stinga út í kortið fyri tey næstu árini. Hetta verður ein spennandi uppgáva, og eg gleði meg til at taka við borgarstjórasessinum, sigur Hans Jacob Lamhauge

Borgarstjóraskifti

Á eykabýráðsfundi í býráðshøllini í Saltangará í gjárkvøldi samtykti býráðið einmælt, at Hans Jacob Lamhauge tekur við sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu, tá ið Rodmundur Nielsen 1. september í ár leggur frá sær.
Sum skilst, boðaði Rodmundur herfyri býráðnum frá, at avgerðin um at lata borgarstjórasessin frá sær er tikin. Tá varð eisini semja gjørd um, at Hans Jacob Lamhauge verður eftirmaðurin.
Avgreiðslan av hesum máli á fundinum í gjárkvøldi var stutt.

Býta um sessir
Rodmundur Nielsen segði, at hetta hevur ikki verið nøkur løtt avgerð at taka, men nú hon er tikin, er hann sannførdur um, at hon er røtt.
Sum grundgeving fyri at fara úr borgarstjórasessinum í úrtíð, segði hann vera, at hann hevur gjørt stórar íløgur í vinnulív, sum krevja nógv av honum.
Hans Jacob Lamhauge segði, at borgarstjórastarvið kemur heldur óvæntað á seg, men við tí góða samstarvi og vilja, sum hevur víst seg at vera í kommununi, tekur hann hesa uppgávu á seg við treysti.
Hóast Rodmundur letur borgarstjórasessin frá sær, verður hann sitandi í býráðnum sum vanligur býráðslimur.
Avtalað er, at Rodmundur og Hans Jacob býta um sessir í breiðari merking, soleiðis at komandi borgarstjórin fær uppgávurnar hjá fráfarandi  og Rodmundur fær uppgávurnar hjá komandi.
Soleiðis verður Rodmundur eitt nú formaður í byggi-og býarskipanarnevndini og limur í sosialu nevnd. Aftrat hesum fær hann teir nevndarsessir, sum Hans Jacob hevur í øðrum nevndum, eitt nú í nevndini fyri Røktar-og Ellisheimið í Runavík.

Rodmundur dugnaligur
Hans Jacob Lamhauge, sum er 58 ára gamalur, varð fyrstu ferð valdur í Runavíkar býráð á kommunuvalinum í 1976 og tók við, 1. januar 1977. Hetta er soleiðis 29. ári, at hann situr í býráðnum í triðstørstu kommununi í landinum.
Í samanløgdu kommununi, har Oyndarfjørður, Elduvík, Funningsfjørður, Skálafjørður og Skáli nú eisini eru við, búgva umleið 3.700 fólk. Taka vit Lambareið við sum sjálvstøðuga bygd, er talan um tilsamans 14 bygdir í Runavíkar kommunu.
Semja er um, at samstarvið í samanløgdu kommununi higartil hevur verið fyrimyndarliga gott, og lítið er, sum hevur skilt partarnar.
Hans Jacob heldur, at Rodmundur Nielsen hevur verið dugnaligur at samansjóða, og hann heldur eisini, at staðbundnu nevndirnar, sum tær verða róptar, hava sín stóra týdning í hesum samarbeiði.
Saman við borgarstjóranum er ein býráðslimur, sum er valdur í økinum, við í staðbundnu nevndunum, og haraftrat eru trý umboð úr gomlu kommununum við í nevndunum.
- Staðbundnu nevndirnar eru soleiðis viðvirkandi til, at útjaðarin í samanløgdu kommununi ikki verður gloymdur  ella verður fyri vanbýti, sigur Hans Jacob.
Hann vísir á, at nevndarumboðini hava møguleika at geva til kennar, hvussu støðan er, og hvørji serligu ynskini í økinum eru.
- Eg haldi, at fitt av fundum eru í staðbundnu nevndunum  og um ikki, verður kallað til fundar, soleiðis at nevndirnar eru virknar, sigur hann.

Spennandi uppgáva
Hans Jacob Lamhauge sigur, at tað kom eitt sindur óvart á seg, at hann nú verður borgarstjóri.
- Eg havi sitið øll hesi ár í býráðnum, og nú væntaði eg, at eg bara fór at vera vanligur býráðslimur ta tíð, eg havi eftir í býráðspolitikki.
Hann heldur, at tað er eitt sindur serstakt at gerast borgarstjóri miðskeiðis í einum valskeiði, tí tær stóru linjurnar eru longu lagdar.
- Men eg havi so eisini verið við í hesum arbeiði at stinga út í kortið fyri tey næstu árini.
Hans Jacob sigur, at hann er spentur til hesa uppgávu  og hann gleðir seg at taka við borgarstjórastarvinum.
- Jú, hetta verður ein spennandi uppgáva, og eg vil gera alt fyri, at tað álit, sum býráðið vísir mær við at velja meg til borgarstjóra, ikki verður svikið. Arbeiðsgongdin í býráðnum er mær eftir so mong ár ikki ókend, sigur hann.

Góður í ráðum
Komandi borgarstjórin í Runavíkar kommunu sigur, at hann sum býráðslimur og formaður í byggi-og býarskipanarnevndini hevur havt eitt gott samstarv við Rodmund Nielsen, og hann ivast onga løtu í, at fráfarandi borgarstjórin verður sær góður í ráðum.
Tey meira enn 28 árini, Hans Jacob Lamhauge hevur sitið í Runavíkar býráð, hevur kommunan havt tilsamans fimm borgarstjórar; Dia P. Johannesen, Martin í Grund, Hans T. Olsen, Jákup Lamhauge og Rodmund Nielsen.
Í umskipaða býráðnum, heldur Kári P. Højgaard fram sum varaborgarstjóri.