Stór avbjóðing bíðar botnliðnum

Kvinnur: Toppliðið í Klaksvík hevur í dag vitjan av EBS/Skála, sum fer at stríðast fyri at vinna fyri fyrstu ferð í ár

Meðan besta deildin á mannfólkasíðuni varð avgreidd í fyrrakvøldið og í gjár, so er tað fult umfar í kvinnufótbóltinum ídag.

Meistaraliðið í Klaksvík hevur lagt rættiliga bragdliga fyri. Eftir trý umfør hevur KÍ fulla úrtøku. Í dag vitjar EBS/Skála í Klaksvík. Samansetta liðið hjá teimum í Sundalagnum og á Skála hevur higartil vunnið eitt stig. Tað var í øðrum umfari, tá ið tað á heimavølli ímóti B36 endaði við málleysum javnleiki.

Í dag er B36 aftur á útivølli. Talan er um stevnudyst í Runavík. Higartil er árstalsfelagið ikki farið av vøllinum uttan úrtøku. Umframt ímóti EBS/Skála er tað endað javnt ímóti HB – 1-1 síðsta sunnudag – og við 4-1 heimasigri ímóti ÍVB.

NSÍ legði bragdliga fyri við 4-0 heimasigri ímóti EBS/Skála. Síðani hevur NSÍ tapt 1-0 í Klaksvík og spælt 1-1 á útivølli ímóti HB.

HB fær í dag vitjan av ÍVB. HB hevur enn ikki vunnið fulla úrtøku. Í fyrsta umfari tapti HB 3-2 í Klaksvík, og síðani er tað endað javnt í Gundadali ímóti NSÍ og B36.

Í dag er nýggjur maður á HB beinkinum. Høvuðsungdómsvenjarin, John Petersen, verður á beinkinum í juni og juli, meðan tað verður arbeitt við at finna aðra loysn.

ÍVB hevur tapt ímóti B36 og KÍ, og fyri viku síðani eydnaðist tað at vinna 2-1 á heimavølli ímóti EBS/Skála.

 B36 hevur HB spælt javnt ímóti

 

KÍ – EBS/Skála: Petur Páll Winther Hentze kl. 15.00

NSÍ – B36: Kristian Gunnar Joensen kl. 15.00

HB – ÍVB: Stephan Petursson kl. 14.00

 

3300529
B363120525
NSÍ3111524
ÍVB3102363
HB3021452
EBS/Skála3012161