– Tað er alt sum bendir á, at í næstu framtíð fer arbeiðsloysið í Vági at hækka munandi.
Tað staðfestir Dennis Holm, borgarstjóri í Vági í einum almennum upprópi til løgtingslimir og landsstýrisfólk í dag.
Og tað ger hann í sambandi við at Løgtingið fyrsta dagin fer at samtykkja fíggjarlógina fyri næsta ár.
Í hesum sambandi vil Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum ikki ganga einum ynski frá vágbingum á møti um at játta eina millión krónur, soleiðis at ein ítróttareftirskúli til 48 næmingar kann setast á stovn í Vági.
Les eisini: Harmiligt at vágbingar ikki fáa eina millión
Í hesum sambandi rópar borgarstjórin í Vági, varskó.
Fyrr í dag hevur hann víst á, hvussu vanlukkulig gongdin í fólkatalinum í Suðuroy, er.
Men hann staðfestir somuleiðis, at Vágur er eisini í eini ringari støðu, hvat arbeiðsplássum viðvíkur, tí vandi er fyri at arbeiðsloysið fer at hækka nógv í næstum.
– Meðan vit hoyra um, tað er so nógv ferð á búskapinum at ferðin má tálmast, hava vit ikki sama luksus-trupulleika í Suðuroy, sigur hann.
Hann vísir á, at samanborið við restina av landinum, er arbeiðsloysið í Suðuroynni lutfalsliga høgt.
Les eisini: Støðan er heilt skelkandi
Í august var arbeiðsloysið í Suðuroy 4,9 prosent, sum er trý prosent hægri enn nakra aðrastaðni í landinum, uttan í Suðurstreymoy, har arbeiðsloysi var 3,1 prosent. Hinvegin er arbeiðsloysið minkað allastaðni hetta seinasta árið - uttan í Suðuroy, sigur borgarstjórin.
– Í Vági bendir alt á, at arbeiðsloysið fer at vaksa uppaftur meiri tíðliga komandi vár, tá virkið hjá Bakkafrost steðgar í februar ella í mars, tá ið ongin laksur er eftir at arbeiða. Samstundis er tað alt, sum bendir á, at turkivirkið, Faroese Apama, letur ikki upp aftur.
– So frá at vera eini 80 - 90 arbeiðsfólk á havnarlagnum í Vági fyri einum ári síðani, verða tað bara eini 10 -15 fólk til arbeiðis í mars ella í apríl næsta ár, sigur Dennis Holm.
– Arbeiðsloysið í Vági fer væntandi upp um 12 prosent í mars ella í apríl næsta ár, leggur hann afturat.
Hann sigur, at verður hugt eftir inntøkunum hjá kommununum í Suðuroynni, eru tær yvirhøvur væl lægri enn aðrastaðni.
– Verður Vágs kommuna tikin sum dømi, vóru skattainntøkurnar hjá hvørjum fólki umleið 41900 krónur í fjør, men í Eysturkommunu var hon 52150 krónur, ella eini 25 prosent hægri.
– Somu viðurskifti eru galdandi fyri partafelagsskattin, sum var 10,6 milliónir í Eysturkommunu í fjør, ella 5250 krónur fyri hvønn borgara. Í Vági var partafelagsskatturin 0,9 milliónir krónur í fjør, ella 674 krónur fyri hvønn vágbing. Og verður samanborið við Tvøroyri og Hvalba, er søgan tann sama.
– Leggjast kann afturat, at í fjør var skattainntøkan hjá hvørjum føroyingi, 43.225 krónur í miðal og í Suðuroy var tað bara Tvøroyrar kommuna, sum var yvir miðal, tí har var skattainntøkan 44.263 krónir fyri hvørt fólk í miðal.
– Avbjóðingin í Suðuroynni er bæði, at virksemið her er minni enn í landinum sum heild, samstundis sum tað eru lutfalsliga fá størv til útbúgvin fólk, sigur Dennis Holm.
– Sostatt manglar bæði virksemi til fólk, sum búgva í Suðuroynni, samstundis sum tað mangla størv til fólk, sum kundu hugsa sær at flutt aftur, leggur hann afturat.
– Nú Fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar, er alneyðugt, at leggja dent á at skapa fleiri størv í Suðuroynni, sigur borgarstjórin í Vági.