Føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur kynsliga slagsíðu. Gloppið millum løninar hjá kvinnum og monnum er ov stórt, og kvinnurnar eru ov illa umboðaðar í leiðarastørvunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum – serstakliga á granskingarøkinum og á privata arbeiðsmarknaðinum.
Hetta er niðurstøðan hjá eini ST-nevdn, sum hevur eftirlit við altjóða sáttmálanum um búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi.
Føroyar eru bundar av ST-sáttmálanum, sum partur av danska ríkinum og tað er grein 3 um javnstøðu, sum gevur nevndini høvurbrýggj.
ST-nevndin mælir til, at myndugleikarnir kíta seg meira »intensify its efforts« fyri, at tryggja javnstøðu millum menn og kvinnur á arbeiðsmarknaðinum, m.a. við at fáa fleiri kvinnur í leiðandi størv.