Heri Joensen
nevndarlimur í foreldrafelagnum í Havn
??????????????????????????????????????
Sum onkur kanska hevur lagt til merkis, so verður nú flaggað fyri ST 24. oktober. Í oddagreinini 25. oktober vildi sosialurin verða við, at merkið flaggaði á tinghúsvøllinum tann 24. oktober.
Sosialurin heldur at ST ger eitt stórt og týdningarmikiðarbeiði fyri at virka fyri eitt nú frælsi, demokrati og mannarættindi og samstundis verja okkum móti stóru multinationalu fyritøkunum og enntá móti privatisering!
Ein kundi kanska spurt um flaggið á tinghúsinum bara er ein symbolsk gerð, ella um Føroya Løgting veruliga vil halda ST sáttmálar og annars vil taka lut í at gera heimin betri fyri øll at liva í. Ella er tað kanska ikki neyðugt at halda sáttmálarnar tí Føroyar ikki er limur í ST ?
Nú sigur oddagreinin einki um flaggið eisini var á stong uttan fyri býráðshúsið í havn, men mín pástandur er, at Tórshavnar Kommuna hevur valt ikki at fylgja eina av týdningarmestu sáttmálunum hjá ST, nevniliga sáttmálin sum skal verja rættindini hjá børnum.
Eg loyvi mær at sitera burtur úr almennu donsku útgávuni av hesum sáttmála (Konventionen om Barnets Rettigheder - vedtaget af FNs generalforsamling den 20/11 1989):
"Artikel 18
1. Deltagerstaterne skal bestræbe sig på at sikre anerkendelse af princippet om, at begge forældre har fælles ansvar for barnets opdragelse og udvikling. Forældrene, eller i givet fald værgen, har hovedansvaret for barnets opdragelse og udvikling. Barnets tarv skal for dem komme i første række.
2. Med henblik på at sikre og fremme de rettigheder, der er indeholdt i denne konvention, skal deltagerstaterne yde passende bistand til forældre og værger ved disses udførelse af deres pligter som opdragere af børn og skal sikre udviklingen af institutioner, ordninger og tjenesteydelser til omsorg for børn.
3. Deltagerstaterne skal træffe alle passende forholdsregler for at sikre, at børn af arbejdende forældre har ret til at nyde godt af omsorgsforanstaltninger for børn, som de er berettigede til."
Sitatið sigur m.a. at myndugleikin skal gara alt fyri at tryggja, at børn, har foreldur eru noydd at arbeiða, hava rætt til ansingarpláss. Myndugleikin sum hevur ábyrgdina av barnaansing (í Havn) er Tórshavnar Kommuna. So um flaggið hevur verið á stong uttan fyri býráðshúsið í Havn tann 24. oktober, má tað hava verið av óvart.
PS: Omanfyristandandi er skrivað tilvitandi um, at nógv børn í heimunum í dag liva undir umstøðum, sum ikku kunnu samanberast við umstøðurnar í Føroyum. Hetta merkir tó ikki at Tórshavnar Kommunu kann fáa undantøku frá at geva føroyskum børnum somu rættindi, sum børn í londum vit vanliga samanbera okkum við.