ST: Norðurkorea menti kjarnorku- og rakettskráir í 2020

Joe Biden leggur til rættis nýggja tilgongd mótvegis Norðurkorea. Tað sigur talsmaður, sama dag sum ST-frágreiðing verður løgd fram

 

Norðurkorea helt viðlíka og menti ætlanir sínar fyri kjarnorkuvápnum og rakettum alt árið í fjør í stríð við altjóða tiltøk.

Tað er niðurstøðan í eini loyligari ST-frágreiðing, sum tíðindastovan Reuters hevur fingið innlit í.

Frágreiðingin, sum óheft eftirlitsfólk í sambandi við tiltøkini hava gjørt, staðfestir, at norðurkoreanska stýrið í fjør »framleiddi, helt viðlíka kjarnorkuverk og dagførdi undirstøðukervið til balistiskar rakettir«.

Harumframt helt stýrið fram við at leita eftir evnum og tøkni til hesar ætlanir í útlondum, stendur í frágreiðingini.

Árliga frágreiðingin til nevndina fyri tiltøkum móti Norðurkorea undir ST trygdarráðnum kemur fáar vikur eftir, at Joe Biden tók við sum forseti í USA.

Ein talspersónur fyri amerikanska uttanríkisráðið segði í gjár, at umsitingin hjá Biden ætlar sær eina nýggja tilgongd mótvegis Norðurkorea.

Hon umfatar millum annað fulla gjøgnumgongd av »núverandi møguleikum fyri at økja trýstið á Norðurkorea eins og møguleikarnar fyri framtíðar diplomatii«. Gjøgnumgongdin skal fara fram í samstarvi við sameind lond.

/ritzau/Reuters