ST má umskipast

Altjóða fíggjarkreppan hevur elvt til trupulleikar, sum altjóða samfelagið ikki kann loysa, uttan at heimsfelagsskapurin ST verður umskipaður

Tað segði fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan í einari røðu á fundinum World Economic Forum í Davos í Sveis í gjár. Hann segði, at fíggjarkreppan hevur avdúkað, at heimurin er broyttur. Nýggir leikarar eru komnir fram á pallin, og teir vilja hava ljóð, segði Kofi Annan. Hann reisti samstundis spurningin, um tað er rætt, at fimm lond framvegis skulu hava sýtingarrætt í ST, tí tey vunnu heimsbardagan fyri meiri enn 60 árum síðani.